Eystanstevna
Sum nakað nýtt verður Svanur við á eystanstevnun í ár. Hetta nýggja felag hevur til endamáls at menna ítróttin og at skapa áhuga fyri ítrótti millum fólk við breki í Eysturoynni.
Hetta er fyrsta stevnuárið, at Svanur er umboðað, og í hesum sambandi heitir felagið á sínar limir um at møta upp til karnivalgonguna.
Skipað verður eisini fyri boccia-kapping við stevnuøkið í Runavík leygardagin klokkan 18. Kappingin er fyri øll, og tað er ikki neyðugt at tekna seg fyri at verða við.
Limir í Svani og onnur áhugaði kunnu ogna sær T-shirtir, búnar ella jakkar við búmerkinum á við at vendar sær til felagið ella á www.svanur.fo.
Svanur, sum ynskir øllum eina góða eystanstevnu, ynskir at varpa ljós á, at ítróttur er fyri øll, og at øll kunnu hava tað stuttligt við ítrótti.










