Svanur er fyrsta felag undir ÍSB

Í annaðkvøld verður stovnandi aðalfundur hjá nýggja ítróttarfelagnum í Eysturoynni, sum eitur Svanur. Samstundis verður føroysk ítróttarsøga skrivað, tí hetta er fyrsta ítróttarfelag undir ÍSB

ÍTRÓTTUR

 

Tá Ítróttarsambandið fyri brekað, ÍSB, í síni tíð var sett á stovn í 1981, var ætlanin alla tíðina, at tað skuldi gerast ein yvirskipaður felagsskapur við fleiri lokalfeløgum undir sær kring landið. Men ikki fyrr enn nú verður fyrsta ítróttarfelagið undir ÍSB sett á stovn.

Talan er um felagið Svanur, sum hevur heimstað í Eysturoynni, og í annaðkvøld klokkan 19 fer at hava stovnandi aðalfund í skúlanum við Løkin í Runavík, tá viðtøkur skulu samtykkjast og nevnd veljast.

– Vit fara at leggja dent á at menna ítrótt fyri brekað í Eysturoynni og skapa umstøður fyri fleiri ítróttargreinum, umframt at vit vilja skapa áhuga fyri ítrótti millum fólk við breki í Eysturoy og harvið geva gerandisdegnum eitt innihald, sigur ein av stigtakarunum til nýggja felagið, Dan Lamhauge.

– So skjótt sum felagið er sett á stovn, fara vit í gongd við at skapa okkum ein samleika, sum sigur, at hetta er okkara felag, sum vit eru glað fyri og standa saman um. Endamálið er at fáa rørslutarnað í gongd við ítrótt, og vit fara tí at skipa fyri kappingum saman við ÍSB.