Svanur aftur avlívaður á Eiði

- Kommunan hevur einki við hetta at gera. Løgreglan ringdi til mín fyri at spyrja seg fyri, men eg veit einki um hetta, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði.

 

Tað skapti nógv rok herfyri, tá Eiðis kommuna skeyt svanar, ið hildu til á vatninum, eftir at teir høvdu gjørt seg inn á eitt barn.

 

Hesuferð er tað tó ikki kommunan, ið hevur ábyrgdina av drápinum. Sambært Jógvan í Skorini, so kannar løgreglan málið.

 

Les eisini: Svanapar leyp á smábarn