Svans við almennum pengum

At játta 162 milliónir til tunnil til Viðareiðis, er svans vi almennum pengum.

Tað heldur Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

Hann sipar til, at Fíggjarnevndin hjá løgtinginum er samd um at játta 162 milliónir til Viðareiðistunnilin, hóast Landsverk hevur víst á, at ein nøktandi loysn kann gerast fyri eitt sindur meiri enn helvtina.

- Tær 75 milliónirnar, vit brúka eyka upp á Viðareiðistunnilin, kundi verðið brúktur til so óendaliga nógv annað.

Brandur Sandoy fýlist eisini á, at samstundis verður onki gjørt fyri ávís øki í landinum-her hugsar hann um undirsjóvartunnil í Sandoynna.

Hinvegin vísir hann á, at tað eru so nógv øki í landinum, har tað eisini loypur á vegin.

Hann gjørdi seg tískil til talsmann fyri, at málið um Viðareiðistunnilin verður beindur aftur í nevnd.

- Eg eri ikki tryggur við at játta 162 milliónir til ein Viðareiðistunnil, segði hann.

Eisini sambandsmaðurin, Reimund Langgard, helt lítið um at samgongan ikki vildi taka av teirri bíligari loysnini hjá Landsverki