Svanhild Hovgaard Jespersen í Hoyvík hvakk við, tá ið hon í kvøld vann 700.000 krónur í gekkinum
Svanhild Hovgaard Jespersen í Hoyvík spælir bara gekk, tá ið vaksnu børn hennaru eru á vitjan.
Í kvøld spældu hon og dóttirin, sum býr í Århus, og Svanhild skemtaði við, at vann hon, skuldi dóttirin ringja til kringvarpið.
Tá ið trý tøl vóru eftir, komu tey øll á rað, dóttirin ringdi og var heppin at koma ígjøgnum.
Svanhild sigur, at hon var ikki sørt kløkk av at vinna, og fyri løtuni síðan var hon heit um oyruni, sjálvt um hon tók tað heilt róligt.
- Eg eri ikki ringast fyri, men 700.000 krónur koma heilt vist væl við, sigur Svanhild Hovgaard Jespersen.