Svangir svimjarar

Kaffistovan í svimjihøllini í Havn hevur ikki verið opin í ár, tí hon ber seg ikki. Stórur saknur er í henni, og stjórin hevur tí ætlanir um at lata hana uppaftur, men fyrst skal hon til viðgerða í býráðnum. Mentanarnevndin í býráðnum fer at taka hetta upp á fundi mikukvøldið

 

Síðan 11. desember hava gestirnir í svimjihøllini í Havn ikki havt møguleika at vitja kaffistovuna eftir ein túr í hylinum. Tá lat kaffistovan aftur, tí hon bar seg ikki.

Kaffistovan hevur tey seinastu fimm árini verið leigað út til privatpersónar, sum hava rikið hana. Tey, sum hava leigað hana seinastu tvey árini, hava nú valt at snara lykilin um. Enn er eingin funnin, ið vil fara undir at reka kaffistovuna.

Heri á Lava Olsen, stjóri í svimjihøllini, heldur, at stórur saknur er í kaffistovuni, tí at hon var ein týdningarmikil partur av svimjihøllini.

? Vit hava ætlarnir um at lata uppaftur, tí saknur er í henni, men fyrst mugu vit bíða eftir at vita, hvat býráðið sigur til hetta, sigur Heri.

Bæði mentanarnevndin og fíggjarnevndin skulu viðgera málið um kaffistovuna, men enn er ógreitt, hvat fer at koma burturúr.

? Eg bæði vænti og vóni, at hon skjótt kann lata uppaftur, sigur Heri.

Heri heldur, at tað kann vera sera torført, at fáa kaffistovuna at bera seg, tí tey, sum hava roynt seg, hava veruliga gjørt nakað fyri at fáa tað at bera til. Tað hevur tó ikki eydnast.

Enn er ikki greitt, um býráðið fer at lata svimjihøllini fleiri pengar at reka kaffistovuna fyri, ella um stjórin sjálvur skal finna eina loysn.

Kaffistovan í svimjihøllini hevur verið opin síðan 1987, men fólk koma kanska ikki niðan í svimjihøllina fyri at eta seg mett, og tí er torført at fáa hana at mala runt peningaliga.