Fótbóltur
- Kemur ein burðardygg verkætlan um eina fótbóltshøll framvið okkara borð, so eru vit reiðar at negla hana fasta í borðið.
Soleiðis segði FSF-forsetin, Høgni í Stórustovu, fyri góðum mánaði síðani, tá hann í Sosialinum varð spurdur, hvørjar fortreytir hann helt skuldu lúkast, fyri at skapa so góðar karmar sum gjørligt fyri menning av føroyskum fótbólti.
Síðani á nýggjárinum hevur tosið um eina fótbóltshøll nevnliga verið heldur ógreitt. Verkætlanin í Skálabotni hevði ilt við at fáa øll elementini at ganga upp í eina hægri eind, og eftir at hava útsett freistina fleiri ferðir, hevði FSF mist tolið við hesum. Serstakliga tí tað varð ikki mett ráðiligt, um felagsskapurin áhaldandi longdi tey evstumørk, sum UEFA hevði sett.
Svangaskarð fingið góðkenning
Upprunaliga var vøllurin við Svangaskarð eisini við í kapprenningini um UEFA-stuðulsmilliónirnar, og tá ætlanin í Skálabotni varð sett á stand-by, tóku toftamenn sítt projekt framaftur.
Fyrimunirnir, sum toftafólk styðja seg til, eru, at eitt altjóða góðkent stadion, har infrastrukturin longu er í lagi. Og tí vil íløgan her alt annað líka verða væl minni, enn um ein nýggj fótbóltshøll skal byggjast frá grundini.
- Upprunaliga arbeiddu vit við eini verkætlan, har ein høll varð løgd yvir verandi vøllin, og har grasið varð skift við graslíki, sigur Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes Kommunu.
- Tann ætlanin varð kostnaðarmett til á leið 20 milliónir, men síðani eru nakrar tillagingar gjørdar. Eitt nú við at økja um talið av skiftirúmum, tí tað ber illa til at reka bæði fótbóltshøll og B68 við bara tveimum skiftirúmum. Aðrar tillagingar eru eisini gjørdar, og tí verður ætlanin í dag kostnaðarmett til á leið 30 milliónir krónur, sigur hann.
6 UEFA-milliónir
Og hesum er FSF til reiðar at stuðla. Símun Johannesen váttar, at tey hava fingið tilsøgn frá Fótbóltssambandinum, um at tey vilja lata seks milliónir í stuðuli til ætlanina, og tí heldur arbeiðið kring ætlaðu høllina fram.
Fótbóltssambandið hevur í hesum umfarinum møguleika at stuðla verkætlanum til frama fyri menning av fótbóltinum við í alt 12 milliónum, sum koma úr grunni hjá UEFA. Menn í fyrstu atløgu er so valt at nýta helmingin av upphæddini til Svangaskarð. Ivaleyst tí FSF roknar við at hava tørv á peningi til aðrar verkætlanir eisini.
- Enn resta sjálvandi 24 milliónir, og sjálvandi eru vit eisini sinnað til at fíggja part av hesum. Næsta stigið verður so at tosa við Mentamálaráðið, og her er ein fundur við landsstýriskvinnuna stungin út í kortið. Eisini ætla vit okkum at tosa við Heilsumálaráðið, tí vit halda avgjørt, at ein slík høll vildi verið gagnlig fyri fólkaheilsuna. Eg veit ikki, um Heilsumálaráðið kann stuðla eini slíkari verkætlan fíggjarliga, men vit halda avgjørt, at ráðið kann virka til at styrkja okkara argumentatiónir, sigur Símun Johannesen.
Veldst um pengar
Hóast bjartskygdur, nú FSF hevur givið sína tilsøgn, so vil Símun Johannesen enn ikki seta nakra dagfesting á, nær føroyingar kunnu spæla fótbólt undir taki á Svangaskarði.
- Tað veldst sjálvandi alt um pengar. Men vit hava sjálvandi eina meting frá serfrøðingum innan økið, og hesa tíðarætlan kenna tey eisini í FSF, har vit hava havt okkara framløgu. Nú arbeiða vit so fyrst og fremst við at fáa fíggingina í rættlag, og her er fyrsta stigið so tikið nú, sigur borgarstjórin.