Svangaskarð sum tekniskur miðdepil

Við FSF sum verkætlanarleiðara fyri einum tekniskum miðdepli á Svangaskarði, bendir alt á fleiri landsdystir á Tórsvølli. - Um eingir landsdystir verða spældir har, dugi eg ikki at siga í løtuni, men vit ætla í øllum førum at hava samlingar, venjingar o.a. har, sigur Christian Andreasen, FSF-forseti

Stutt undan jólum gjørdu Fótbóltssamband Føroya og Nes Kommuna samstarvsavtalu, sum ber í sær, at stór umvæling skal fara fram á Svangaskarði. Umvælingin fevnir um tvey størri stig. Tað fyrsta, sum skal vera liðugt 1. mei, fevnir um at gera nýtt lendi undir fyrrverandi grasvøllinum og at leggja nýtt graslíki á. Avtala er gjørd við privata byggifyritøku um at taka sær av arbeiðnum, og sambært Christiani Andreasen, forseta í FSF, gongur í løtuni sum ætlað.

Kommunan yvirtekur
Tofta Ítróttarfelag hevur átt Svangaskarð heilt frá tí tað bleiv bygt fyrst í níti-árunum, og umvegis ein leigusáttmála ímillum felagið og FSF, hava føroysku landsliðini frítt vant og spælt har. Ein leigusáttmáli, sum sambært álítandi keldum fevnir um kr. 300.000,- árliga er ikki ein inntøka hjá felagnum longur, av tí at Nes Kommuna hevur yvirtikið Svangaskarð. Mista leiguinntøkan kemur tó ikki at kennast sum dyggur fíggjarligur smeitur fyri B68.
- Tað merkist ikki meiri fyri felagið enn tað, at kommunan yvirtekur tær skyldur, sum vit hava havt. Vit hava átt tveir vallir og eitt stórt hús, og tað kostar, vísir formaðurin í Tofta Ítróttarfelag, Jógvan Højgaard, og undirstrikar, at leiguinntøkan hevur javnvigað við tær útreiðslur, ið felagið hevur havt av at átt ítróttarøkið Svangaskarð.

Um- og útbygging
Samstarvsavtalan millum Nes Kommunu og FSF ber í sær, at FSF - m.a. við 12 mió. kr. í stuðli frá UEFA - rindar fyri um- og útbyggingina av ítróttarøkinum, har teir sum endurgjald sleppa at nýta ítróttarøkið frítt og ætla at skapa ein tekniskan miðdepil fyri føroyskan fótbólt.
- Endamálið er at skapa ein tekniskan miðdepil. Vit hava eina rúgvu av landsliðum og nógvar samlingar, sigur Christian Andreasen, FSF-forseti, sum tó eisini fegin bjóðar Svangaskarð til láns til eitt nú fótbóltsfeløg, ið skulu fyrireika seg til at spæla í Evropa.

Dystir á Tórsvølli
Við einum tekniskum miðdepli liggjandi uttanfyri Havnina, ljóðar tað sum ein ætlan, ið byggir á at leika flestu dystirnar á Tórsvølli. Tað er eisini spurningurin, ið vit seta FSF-forsetanum.
- Tað er myndin, ið vit síggja fyri okkum. Um eingir landsdystir verða spældir har, dugi eg ikki at siga í løtuni, men vit ætla í øllum førum at hava samlingar, venjingar o.a. á Svangaskarði, sigur Christian Andreasen.
B68-formaðurin fegnast um, at B68 nú kann virka eftir somum leisti sum onnur feløg, og FSF-forsetin fegnast eisini og sigur, at tað er betri at gera avtalur við kommunur heldur enn fótbóltsfeløg á slíkum økjum.