Svangar heimsstjørnur standa og bíða

Eftir at tað kiksaði hjá teimum í U-21 endaspælinum í summar vilja italiumenn vísa, at teir í U-21 kappingini framvegis teljast millum teir bestu

Fótbóltur

 

Tað er ikki eiti á mótstøða, sum føroyska U-21 landsliðið fer at standa andlit til andlit við í annaðkvøld. Italsku heimsmeistararnir eru á triðja plássi á FIFA styrkislistanum, og helmingurin av teimum 22 spælarunum, sum venjarin, Pierluigi Casiraghi, hevur undir hond, nú hann fyrireikar seg til EM undankappingardystirnar ímóti Føroyum fríggjakvøldið og ímóti Albania í næstu viku, spæla við feløgum í seriu A.

Italiumenn eru svangir. Í U-21 endaspælinum í Hollandi í summar gekk tað ikki, sum teir høvdu roknað við. Italia tapti 1-0 ímóti Serbia, ímóti Onglandi endaði tað 2-2, og so vunnu teir 3-1 á Kekkia. Hetta bar triðja pláss í bólkaspælinum við sær, og so noyddust italiumenn at fara til hús, tá ið hinir fóru at telvast í finaluumførunum.

21. august spældi Italia vinardyst ímóti Fraklandi, og Italia vann 2-1. Millum mest eyðsýndu avrikini vóru tey hjá álopsstjørnunum Giuseppe Rossi og Sebastian Giovinco. Hesin seinni legði upp til fyrra málið ímóti Fraklandi, sum Daniele Dessena skoraði. Hetta var í 37. minutti, og tríggjar minuttir seinni fluktaði Rossi við vinstra beini til 2-0.

- Teir eru als ikki at steðga, tá ið vit eru í álopi, sigur italski U-21 venjarin um álopsspælararnar, sum báðir hava skift felag í summarsteðginum. 21 ára gamli Giovinco er leigaður frá Juventus og til Empoli FC, og 20 ára gamli Rossi flutti í summar til sponsku UEFA Cup vinnararnar Villarreal.

- Eg haldi liðið hjá okkum hevur stórar møguleikar í sær. Her eru nógvir spælarar, sum hava framúr góð evni, og vit fara ikki at undirmeta Føroyar ella Albania, sigur Rossi, sum føddur í USA. Inntil fyri stuttum hevur hann verið sáttmálabundin at Manchester United. Hann var útleigaður til Newcastle, so skifti hann til Parma í heimlandinum, og nú er hann altso fast inventar í La Liga í Spania. Fríggjakvøldið skal hann spæla ímóti føroyska U-21 landsliðnum

Higartil hevur Italia spælt eina ferð í nýggju EM undankappingini. Teir vunnu 4-0 á Albania. Meðan Føroyar eru spildurnýggjar í U-21 landsliðshøpi, so siga tølini, at Italia hevur nógvar royndir. Teir hava spælt 167 dystir, hava vunnið 104 ferðir, spælt javnt 37 ferðir og tapt 26 ferðir.

Av sjey teimum seinastu EM endaspølunum fyri U-21 landslið hevur Italia verið best fimm ferðir. Tað ber næstan ikki til at leita eftir størri mótstøðu enn henni, sum Føroyar ffara at standa andlit til andlit við í norður italska býnum Trento fríggjakvøldið!