Svanasongur Sambandsins

Nakað av tí eg má skriva hesuferð, hevur verið frammi fyrr, men tað kann gott koma einaferð afturat.

 

Sambandsflokkurin hevur gjøgnum tíðirnar tá hann er í samgongu, altíð roynt at fáa fiskivinnumál og fíggjarmál at umsita. Hetta, tí at øll vistu av, at lata fólkaflokkin umsita hesi bæði málsøkini, varð tað sama sum, at lata revin ansa eftir gæsnum. Hetta hevur eydnast hjá sambandsflokkinum rættuliga væl síðan heimastýrið varð veruleiki í 1948, at hava annað av hesum málsøkjum tá hann var í samgongu, og í 1989-1991 hevði sambandsflokkurin bæði málsøkini við Ivani Johannesen við fíggjarmálum og Jógvan I. Olsen við fiskivinnumálum.

 

Hesuferð hevur sambandsflokkurin latið bæði hesi stórmál til júst fólkaflokkin, og so ógvast mann við, at sambandsflokkurin missir undirtøku. Samband, pensjónir, fíggjar og fiskivinnumál, hava sambandsflokkurin og nógvir føroyingar, eins og undurritaði, staðið saman um, og júst hetta er ikki longur ein prioritetur hjá sambandsflokkinum. Fyri at gera tað einkult: Alra føringa ogn er tað sum er á landi, og tað sum svimur runt um okkum. Hetta er tann ogn sum vit øll skullu standa á, verja og geva okkara børnum.

 

Hana eiga vit øll, og sambandsflokkurin hevur vitað, hvat fór at henda, tá mann góðtekur, at geva fólkaflokkinum hesi mál at ráða yvir. Teir báðir ráðharrarnir síggja hesa ogn meira sum sína egnu, og ogn hjá sínum vinaskarða. Tað hevur altíð verið týðiligt fyri tey flestu, og tey sum ivast, kunnu bert hyggja nú, hvat fer fram. Um mann sær uppá hetta búskaparliga, so hava vit mennuskju altíð ein tørv sum skal nøktast: Pengar, hús, mat, slikk, sex o.m.a. men hvør skal nú hava, tá tað ikki er nokk til øll. Tað er ogn føroyinga, sum hesir báðir ráðharrar, væl vitandi av sambandsflokkinum, so hava latið sínum vinaskarða, og sum teir hava havt sera tætt samband við í fleiri ár. Og sjálvandi dryppar tað á degnin, tá tað regnar á prestin.

 

Nógv av hesum virðum enda í Gøtu, Klaksvík og nøkrum vinum og familju hjá somu ráðharrum, Hesi virðir eru so stór, at tey vita ikki hvat tey skullu gera við sínar ognir. Skipini er dýr, og skullu skiftast út við hvørt, men tað er ongin trupuleiki, tí so nógvir pengar eru til. So má mann gera íløgur aðrastaðni, og hví ikki bústaðarmarknaðin. Har liggja Varðin og aðrir framvið.

 

Aðrir privatir hava ikki nakrar møguleikar at bjóða ímóti, so framtíðin kemur ivaleyst at hátta seg soleiðis, at somu virkir koma at stýra búðstaðarmarknaðinum. Tað merkir so aftur, at gamla føroyska orðatakið: -at seta føtur undir egi borð- fer í søguna. Eg havi onga grund til at halda, at teir merkja eina sosiala ábyrgd fyri teimum, sum verða noydd at seta búgv í Havn ella har nærhendis. Muran í hesum fólkaflokksmonnum, og ráðharrum teirra, ber ikki brá í so mát. Bakkafrost, harafturímóti, hevur víst samfelagssinnið. Tey gagna okkara samfelagsbúskapi, tey skapa arbeiðspláss, og vísa ofta nýggjar leiðir.

 

Samband er so nakað sum sambandsflokkurin hevði einarættin til, men tíðirnar eru broyttar. Blokkurin er fastfrystur, og sambandsflokkurin hevur mist einarættin til sambandið. Øll vita at samband, so ella so, er neyðugt, fyri at verða við í alheimsrúminum. Ja flestu tjóðveldismenn halda tað eisini.

 

Sambandsflokkurin hevur saman við javnaðarflokkinum, ofta havt frammi í síni vallyftum, at ein atkvøða fyri okkum tryggjar tína pensjón. Men tað síðsta beinið sambandsflokkurin hevði, í mínari verð, er tíverri eisini farið. Nógv av teimum, ið fáa pensjón í dag, eru fólk sum eru fødd í 30-50`unum, og tað er teirra orka , slit, stremban og tár, vit standa á í dag. Undirsjóðartunnlar, brýr, byrgingar, vegir, sjúkra-og almannverk, ja alt sum vit í dag síggja sum nakað sjálvandi, og nakað sum vit gleðast um.

 

Men hvussu lønir sambandsflokkurin, og hendan samgongan so teimum, ið løgdu herðar til. Her tosa vit ikki um fyrrverandi løgmenn,  landsstýrismenn, løgtingsmenn lærarar, sjúkrasystrar, og øll hini sum hava stórar pensjónir, men um tey, sum bert hava pensjónina at liva av. Niðurslitnir fiski-og arbeiðsmenn og kvinnur, sum hava givið alt fyri okkum. Tit valdu at hækka grundpensjónina nakað, sum øll jú fáa, eisini tey við feitum pensjónum, ístaðin fyri at hækka úr samhaldsfasta, har tey sum veruliga hava brúk fyri tí, kundu, fingið nakað meira. Tit atkvøddu ímóti uppskoti frá javnaðar og tjóðveldisflokkinum, um júst at hækka pensjónina úr samhaldsfasta, sum hevði hjálpt teimum sum høvdu brúk fyri tí.

 

Men nú ganga tit hond í hond við fólkafloksmonnum og skalta og valta við teirri ogn sum ikki er tykkara, ein ogn sum hevði verðið ein góð hjálp til tey sum bygdu hetta samfelag, til tey, sum ætla at seta búgv, og annars til frama fyri okkara børn, ið skullu arva hesa ogn. Ein ræmur roykur av korruptión og nepotismu eltir teirra slóð. Sakførarir og løgtingsmenn hvør um annan, vita ikki hvat er teirra, og hvat er okkara. Tí eru orðini hjá skyldmanninum aftur sera rámandi um keypmenn og sakførarar:

 

Fávitskan lýsir av dummstoltu skon.

 

Hann stendur og styðjar sítt ístur mót diski,

 

hugur hans røkkur frá mjøli at fiski

 

øld eftir øld.

 

Sakførarar:

 

Samfelagsins sjakalar,

 

ið piða hvørt mannræ,

 

teir loyva ei gor ella garnar,

 

so søttliga gloypa teir tað.