Eiðis kommuna hevur í dag valt at avtaka svanarnar, ið hava búleikast á vatninum við Mølina.
- Orsøkin er, at eitt smábarn, ið súkklaði eftir gøtuni kring vatnið, varð álopið av einum svanapari. Til alla lukku komu vaksin fólk framvið og komu barninum til hjálpar. Barnið fekk tíbetur ongan skaða.
Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, boðar í kvøld frá, at tað er eitt samt bygdaráð, ið hevur tikið hesa avgerð.
- Kommunan er í hesum føri at meta sum eitt húsarhald. Um eitt húsarhald hevur eitt kríatúr, og hetta kríatúr ger seg inn á fólk, verður kríatúrið avtikið.
Borgarstjórin vísir á, at Eiðis kommuna kann ikki liva við, at borgarar eru í vanda fyri at verða álopnir av svani niðri á vatninum. Tískil er neyðugt at handla.
- Svanir eru ofta ágangandi, og kunnu teir gera stóran skaða. Svanarnir eru avsagdir í samráð við avvarðandi mynduleikar, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu.