Í gjár var 23 ára gamla Helena Dahl-Olsen millum teir 16 svimjarnar, sum svumu um Nólsoyarfjørð í samband við Ovastevnuna.
Tað, sum er so serligt við, at Helena gjøgnumførdi svimjingina er, at Helena hevur lungnasjúkuna Cystiska Fibrosu.
Cystiska Fibrosu er ein arvalig gensjúka, ið er ein kronisk sjúka - tað vil siga, at tá ið nýføðingar fáa staðfest Cystiska Fibrosu er tað sjúka, ið kemur at fylgja sjúklinginum alt lívið. Ein gerandisdagur við cystiskari fibrosu er ikki einans niðursett lungafunktión, men eisini óteljandi mongdir av heilivági og maskum.
Í løtuni berjist Helena við eina bakteriu í lungunum, sum hevur við sær, at hon er undir sterkari medicinskari viðgerð. Hon gjøgnumførdi teinin við tíðini 1.29.48
Eisini eru tað í dag 10 ár síðani at Helena fyri fyrstu ferð svam hendan teinin, sum einans 13 ára gomul.