Svam fyri sín deyða vinmann

Rómurin var øðiligur, tá tann 24 ára gamli suðurafrikanarin Cameron van der Burgh vann OL-kappingina í 100 metrar bringusvimjing í London í gjárkvøldið. Hann svam so skjótt, at umframt OL-gull rakk tíð hansara til nýtt heimsmet.

 

Cameron van der Burgh var vinmaður norska svimjaran Alexander Dale Oen, sum doyði av hjartaslag á venjingarlegu í USA tann 30. apríl í ár. Og aftaná svimjingina í gjárkvøldið segði tann nýggi OL-meistarin, at hann hevði hugsað um vinmannin. Komin á mál, peikaði hann uppeftir.

 

-Eg gjørdi tað fyri at heiðra Alexander, og eg veit, at hann var við mær í kappingini. Eg ogni honum hesa kappingina. Eg hugsi ofta um hann, tá eg venji. Hann var ein fyrimynd hjá mær, segði Cameron van der Burgh við norska sjónvarpið.

 

Cameron van der Burgh vann gull við tíðini 58,46 sekund, ið sum nevnt var nýtt heimsmet, silvurið vann avstraliumaðurin Christian Sprenger við tíðini 58,93 sekund, og amerikanarin Bendan Hansen fekk brosnu við tíðini 59,49 sekund.