Svalbard: Heitasti dagur í 41 ár

- Nú fáa vit at síggja, um vit seinni í dag megna at sláa 41 ára gamla metið, sigur ríkismeterologurin, Terje Alsvik Walløe.

 

Fyri fyrstu ferð í 41 ár eru fleiri enn 20 hitastig máld í Longyearbýnum á Svalbard. Men, í dag - leygardagin - vísti hitamátarin hjá Meteorologisk Institut í Noregi 20,6 hitastig.

- Í løtuni eru skrásett 20,6 hitastig, sigur ríkismeteorologurin, Terje Alsvik Walløe, við tíðindastovuna, NTB, og hetta segði hann um 13-30-tíðinda í dag.

Hann legði aftrat, at hetta er mesti hiti í Longyearbýnum síðan 1979, tá máld vórðu 21,3 hitastig.

- Nú fáa vit at síggja, um vit seinni í dag megna at sláa hetta metið. Nú eru komin nøkur skíggj, men sólin er jú uppi alt samdøgnið. 

Terje Alsvik Walløe legði aftrat, tað ikki er óhugsandi, at hitin kann veksa seinnapartin í dag ella í kvøld.