Hann hevur áður givið teknirøðir út og teknað til bløð - provokerandi skemtitekningar stundum við svørtum skemti. Seinasta teknirøðin, hann gav út, var í 2000, men nú er hann komin afturíaftur – Jógvan á Høvdanum, yngri.
Nú um dagarnar kom nýggj teknirøð út. ”Totalt langt úti” – 52 litsíður við kummulesnaði. Føroya svakasta teknirøð, sigur hann sjálvur.
- Hetta er mítt seinasta meistaraverk, og fólk kunnu heilt einfalt ikki lata vera við at keypa Føroya – kanska – besta kummulesnað. Við í blaðnum er eisini ein plakat, sum ein kann hanga upp í kamaranum hjá sær, sigur Jógvan á Høvdanum, yngri.
Í nýggja blaðnum eru eisini skemtingarsamar greinar frá veruleikanum, men útgávan byggir á teknirøðirnar hjá Jógvani á Høvdanum, sum hevur teknað síðani hann var smádrongur.