Svabonio í Spaniastovu

Tónleikur úr nótabókini hjá Jens Chr. Svabo frá 1775

Svabonio spælir í Spaniastovu fríggjakvøldið 12. august kl. 21.00

Tónleikabólkurin SVABONIO var settur á stovn við tí endamali, at spæla tónleik úr nótabókini hjá føroyska margfrøðinginum Jens Chr. Svabo, ið livdi frá 1746 til 1824.

Nótabókin er dagfest 1775, men kom ikki undan kavi fyrr enn í 1928 í einum skríni uppi á loftinum í Nýggjustovu í Havn.

Jens Chr. Svabo legði við sínum vísindaliga arbeiði m.a. støði undir seinnu orðabókaútgávurnar, ið m.a. skyldmaður hansara V.U. Hammershaimb, skipaði fyri. Hansara rannsóknarferð til Føroya er vælkend, men sera stórur fongur er tað, at Svabo savnaði yvir 50 kvæði á ferðum sínum í Føroyum.

Jens Chr. Svabo var prestasonur úr Jansagerði í Miðvági. Hann fór 13 ára gamal til Havnar at ganga á latínskula og fór síðani til Keypmannahavnar sum 19 ára gamal. Fyrsta part av lesnaðinum – tað filosofiska royndarprógvið, tók hann tvey ár seinni í 1767.

Hann gjørdi ongantíð lesnaðin lidnan. Hann stríddist leingi við fíggjarligum trupuleikum og fekk bert smávegis gjald fyri sínar rannsóknir. Hann fekk ongantíð nakað embæti og flutti í 1800 aftur til Føroyar, har ið hann livdi restina av ævi síni. Hann doyði í 1824.

Sum lesandi við lærda háskúlan í Keypmannahavn, hevur tað verið ein sjálvfylgja, ja, eisini krav, at Svabo íðkaði “de skjønne kunster” og spældi okkurt ljóðføri. Nótabøkur vóru vanligar tá í tíðini og var tað ein lummabók, ið ein hevði við sær á ferð.

Løgini í nótabókini eru, umframt nøkur fá føroysk vísu- og kvæðaløg, vanligur fólksligur tónleikur, ið var frammi tá í tíðini: Minuettir, Jigs, Polonaisir, Contredansir og líknandi.

SVABONIO, ið eru fýra tónleikarar – tveir enskir og tveir føroyingar, hava lagt seg eftir, at geva løgunum hjá Svabo nýtt lív og at granska tey klassisku og fólksligu rák, ið eru í nótabókini. Onkutíð verður tað lagað eftir hvussu tónleikurin møguliga hevur ljóðað í 1800, meðan tað stundum verður blandað við nýggjari tónlist.

Í fjør á Summartónum hevði SVABONIO ta fyrstu konsertina við løgum, ið Daniel Rye hevur lagt til rættis úr nótabókini, har ið eini 240 løg eru.

Nú eru so onnur løg at hoyra.

Konsertin varar slakan tíma og greitt verður eisini frá um tónleikin og Svabo.

SVABONIO

Angelika Nielsen, violin – Daniel Rye, klarinett

Fiona Parker, horn – Ólavur Jakobsen, guitar