Svøvnskarvar í verkfalli

Nú farið er inn í fjóru verkfallsvikuna hjá Skipara- og Navigatørfelagnum, kann ein bert øtast um tað virkisloysi í eyðkennur hetta fakfelag.

Tað tykist løgi, at verkfallið bert er vent ímóti okkum, ið búleikast á útoyggj. Hetta er búskaparliga veikastu økini í landinum, t.v.s. her eru ongar kapitalsterkar fyritøkur, sum kunnu leggja trýst ið munar á myndugleikarnar.
Hetta tykist mær at vera at leypa á, har garðurin er lægstur. Tað er munur á monnum/ kvinnum. Tá í Starvsmannafelagið fer í verkfall eru allir limir virknir sum blokaduvaktir, dag og nátt - fyrst og fremst í meginøkinum. Hetta leggur tann partin av landinum lamnan, har tað svíðir mest. Harvið verður verkfallsskeiðið styttri, og eingin kann leggja Starvsmannafelagið undir at seigpína útjaðaran soleiðis, sum nógv hava fatan av, at Skipara- og Navigatørfelagið er í ferð við at gera nú.
Nú veit eg ikki hvør orsøkin til virkisloysi felagsins er. Tað kann verða leti, vantandi dirvi, ella ráðaloysi. At verða í verkfalli krevur, at fakfelagslimir eru aktivir. Við øðrum orðum blokera, har tað ger mun tvs. fyrst og fremst í Tórshavn. Nú er tað ikki nakað dulsmál, at okkara fíggjarmálaráðharri í sínum borgarliga starvi er er danskur leigusveinur og tískil kundi hugsast at boðsent sínum vápnabrøðrum bæði teimum við skambyrsu og teimum við tøkutonnum og hala. Søgan vísir tó, at um blokaduvaktirnar eru nóg nógvar í tali, er lítið at ræðast frá teirri síðuni.
Um navigatørarnir halda seg vera ov illa mannaðar til tílík tiltøk, kundu teir biðið um hjálp. Undirritaði kundi saktans ofra nakrar tímar, sum blokadumaður, um tað kundi stytt um hetta óskil, og helst eru fleiri við mær.
Fyri undirritaða merkir tað, at Ritan ikki siglir, at ógjørligt er at flyta tey tungu amboðini ímillum Nólsoy og Tórshavn, soleiðis, sum eg havi lagt mítt virksemi til rættis. Tað merkir mistar inntøkur, ikki bara í apríl maj, men tað sum eftir er av árinum.
Starvsmannafelagið torir, Føroya Arbeiðarafelag torir, spurningurin er, hvat Skipara- og Navigatørfelagið torir, annað enn at veita sínum limum eina eyka summarfrítíð.
Mín vón skal verða, at Fíggjarmálastýrið treytar sær, at sáttmálaskeiðið í framtíðini gongur út tá ein vika er farin av januarmánaða, so verða tað ikki vit útoyggjafólk, sum millum annað royna at fáa nakað burtur úr jørðini, sum á hvørjum ári skulu gerast svartiper.
Skuldi tað hent, at Skipara- og Navigatørfelagið fekk ein sáttmál, teir kunnu verða nøgdir við, so skriva teir søgu, so er tað helst fyrstu ferð, at eitt fakfelag hevur sovi seg til ein sigur.
Livst - so spyrst.