Allar upplýsingarnar í teimum svørtu kassunum úr Air France-flogfarinum, sum datt niður í Atlantshavið í juni í 2009, eru tøkir. kunngjørdu teir fronsku loftferðslumyndugleikarnir í dag.
Myndugleikarnir siga, at teknikarar hava kannað ferðskrivaran og útgerðina, sum skrásetir alla talu í stýrihúsinum, og at alt vísti seg at vera í lagi.
Teknikararnir hava serliga áhuga fyri tí, sum flogskipararnir søgdu teir báðar seinastu tímarnar, áðrenn flogfarið fór í havið.
Airbus A330-flogfarið var á veg úr Rio de Janeiro til París, tá tað datt niður tann 1. juni í 2009. Vanlukkan kravdi 228 mannalív.