Svørt deyðarevsing

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Kom onkur tvætlandi við tubbakki nú og royndi at selja tað, varð tann royndin steðgað í somu løtu og tubbak forbjóðað við serlóg við steðgandi virknaði, áðrenn nakar fekk stundir at guva seg sjúkan.

Men tá tubbakkið kom, visti eingin, at tað fer illa við heilsuni og kann gera av við fólk, eisini tey, sum ikki brúka tað. Passiv fólk doyggja eisini.

Um nakar tá yvirhøvur ivaðist í, um tað var rætt at festa sær í ella ikki, kom ivin tubbakkinum til góðar.

Tubbak var ein njóting. Hon var ikki forboðin tá, njótingin.

Var religión uppfunnin nú, varð eisini hon forbjóðað, tí hon er ikki minni skaðilig enn tubbak. Lívsvandin er størri, tað var hann eisini tá.

Men alt hetta skaðiliga kom, tá eingin vildi viðganga, hvør skaði kundi henda. Og nú er ov seint.

Tá eg gekk í skúla, var einki roks um, hvat skúlin kundi fylla í børnini. Tað kom heldur ikki foreldrunum við. Tey blivu hvørki spurd ella hoyrd.

Tað er tí í lagi og ikki ein dag ov seint, at onkur talar at og verjir børnini móti vemmiligum bókum, sum tey ikki tola. Átti eg børn, loyvdi eg teimum hvørki at fara í barnagarð ella í skúla, tí teir byggja á kristið grundarlag. Tað er neyvan gott fyri børn. Tað var tað ikki, tá eg gekk í skúla. Heilatváttur. Lúturin kallaðist lygn.

Fyri nógvum árum síðani var øgiligt rok um eina vánaliga barnabók, Kammerat Jesus kallaðist hon. Hon var skaðilig, søgdu tey, sum ikki høvdu lisið bókina. Tað var ikki neyðugt at lesa bókina, tey hoyrdu um hana.

Øgiligt rok. Bókin festi sjálv í bálið, hon skuldi brennast á.

Minnist ikki nú, hví bókin var so skaðilig fyri barnasálirnar og barnasinnini. Haldi, tað var okkurt um, at Jesus í bókini var ein vanligur, ungur maður og kommunistur afturat. Tað var nógv tað ringasta at vera í Føroyum tá, kommunistur, áðrenn tey samkyndu fingu lirkað skápshurðarnar upp.

Eingin ræðist kommunistar longur. Kommunistar eru givnir at eta børn. Børn fáast ikki vistfrøðilig.

Bíblian og øll hennara fylgirit fylla nógv, og barnagarðar og skúlar hava ikki ráð at keypa nógvar metrar av hillum, so øðrum skaðiligum bókum er ikki pláss fyri har.

Var religión uppfunnin nú, bleiv hon forboðin, tí verri enn so øll tola hana. Hon drepur. Tað skuldi staðið á øllum religiøsum bókum eins og á sigarettpakkunum: religión er heilsuskaðilig. Religión drepur. Ikki øll, sum hon drepur, hava eitt lív hinu megin deyðan. Spell hjá teimum. Sjálvgjørt er ikki altíð vælgjørt, tey kundu bara trúð.

Var Bíblian ein barnabók, bleiv hon forboðin. Í hvussu so er fyri børn undir 18 ár. Tað er hon ikki. Munurin á henni og einum hardcore pornofilmi er, at børnini noyðast ikki at sníkja seg til at lesa Bíbliuna. Nógv fáa hana, tá kirkjan lumpar tey aðru ferð. Tá tey verða fermd, konfirmerað sum føddir limir í fólkakirkjuni uttan at verða spurd.

Tað er sum sagt ræðandi at hugsa um, hvussu nógv hevði verið forboðið, bleiv tað uppfunnið í dag. Lívið hevði blivið so keðiligt, at seinna lívið er sum fýra ólavsøkur afturímóti.

Eitt eiga vit tó øll saman, deyðan. Henni sleppa vit ikki undan, hvussu nógv og ágrýtið vit royna.

Vit kunnu fáa hana at bíða eina løtu ella báðar tvær. Men hon er altíð har.

Hon stendur har og bíðar frá fyrsta degi í dagsins ljósi.

Tað átti at staðið í føðibrævinum við kolasvørtum í svartari rammu: hesum kanst tú doyggja av!