- Óli Jacobsen hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri FF og fyri umstøðurnar hjá føroyskum fiskimonnum, sigur næstformaðurin í felagnum, Eyðun Johannesen
Tá valið í Føroya Fiskimannafelag fyrilá, og uppteljingin var liðug, gjørdist tað uppgávan hjá Eyðuni Johannesen at bera teimum trimum valevnunum úrslitini.
Tað var Grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe, sum umsat valið.
- Jan Højgaard hevði sitið í gongini og bíðað, so hann varð bara róptur inn. Eg ringdi eisini til Dan R. Petersen og segði honum úrslitini.
Teir báðir, Eyðun og Óli, hava havt við hvønn annan at gera í FF heilt síðan fyrst í sjeytiárunum, tá Eyðun gjørdist sóknarformaður og Óli felagsformaður.
- Áðrenn eg hevði fingið stundir at ringja til Óla, ringdi Óli sjálvur at fregnast. Hetta var eitt úrslit, eg slett ikki hevði droymt um. Hevði onga løtu verið í iva um, at Óli fór at vinna valið. Eg gjørdist ógvuliga bilsin og má viðganga, at eg var rørdur.
Eyðun sigur, at Óli var ógvuliga fáorðaður.
- Óli segði einki, púrt einki. Hann hevði faktisk onga viðmerking og gjørdi skjótt av, sigur Eyðun, sum eisini noyddist at ásanna, at fiskimenn høvdu talað, og at teir høvdu sett Óla aftast í røðini.
Men hvat heldur Eyðun um leiklutin hjá Óla í FF øll hesi ár, nú hugt verður í bakspegilin?
- Tú visti, at við Óla høvdu vit ein serstakliga góðan framherja, sum var fullur av vitan, grundgevingum sum bóru langt, og kortini hevði hann forstáilsi fyri hinum partinum. Stór virðing var um mannin, eisini millum reiðararnar.
Eyðun sigur, at Óli dugdi so væl at fáa tingini at glíða og gera, at mótparturin ikki setti føtur í spenni.
- Eg ivist í, um fiskimenn yvirhøvur vóru greiðir yvir, hvussu góðan formann teir í veruleikanum høvdu, heldur hann fyri.
Nú er Jan Højgaard formaður í Føroya Fiskimannafelag.
- Jan er komin í Ólasa stað, og vit í leiðsluni fara sjálvsagt av fullum huga at stuðla honum í hansara arbeiði at mynda felagið inneftir og úteftir. Men tað er eingin ivi um, at saknur verður í Óla og hansara máta at leiða felagið frameftir, sigur Eyðun Johannesen.