Svøríki vendi 0-4 til 4-4

Leingi var líkt til, at Týskland fór at vinna ein knúsandi sigur á Svøríki á heimavølli í Berlin, men eitt satt fótbóltsundur hendi, tá Svøríki vendi einum hóttandi stórtapi.

 

Tá 56 minuttir vóru farnir av dystinum var støðan 4-0 til Týskland. Longu fyrsta korterið hevði gamli málrevurin, Miroslav Klose skorað tvey mál. Í 39. minutti økti Per Mertesacker til 3-0, og tá 56 minuttir vóru farnir økti Mesut Özil til 4-0. Men so kom ein ótrúlig vend í dystin.

 

Zlatan Ibrahimovic minkaði um munin til 1-4, tá 62 minuttir vóru farnir, og tveir minuttir seinni skoraði Michael Lustig til 2-4, og tá byrjaði Svøríki veruliga at trúgva uppá tað. Tá eitt lítið korter restaði skoraði Johan Elmander til 3-4, og í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat javnaði Rasmus Elm til 4-4. Svøríki mundi tikið øll stigini beint áðrenn dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.

 

Zlatan Ibrahimovic segði við svensk tíðindafólk aftaná dystin, at talan varð um størstu uppliving hann nakrantíð hevði havt í einum fótbóltsdysti.