Svøríki vann á Kekkia

Hondbóltur: Hýrurin í svensku EM-leguni er góður í løtuni, eftir at svenska liðið í gjárkvøldið vann tann sera týdningarmikla dystin ímóti Kekkia. Úrslitið bleiv 33-29.

Svenska liðið kom betur frá byrjan, og mitt í fyrra hálvleiki vóru sviar frammanfyri við seks málum. Men kekkar komu fyri seg aftur, og í steðginum vóru sviar bara eitt mál frammanfyri, 22-21. Men nærri komu kekkar ikki.

Við sigrinum er Svøríki ovast í bólki B við fýra stigum. Seinasti dystur hjá svium í innleiðandi umfarinum verður ímóti Týsklandi.