Svøríki hevur gjørt av at taka uppaftur neyðtøkumálið ímóti avstralska journalistinum og WikiLeaks-stovnaranum Julian Assange. Tað upplýsir svenski árkærumyndugleikin á einum tíðindafundi.
Assange var í 2010 ákærdur fyri neyðtøku og kynsligan ágang ímóti tveimum svenskum kvinnum. Eftir at Assange leitaði sær skjót á sendistovuni hjá Ekvador í London í 2012, slepti Svøríki tó kanningararbeiðinum.
Men nú er kanningin tikin uppaftur. Tað upplýsir varayvirákærin, Eva-Mare Persson, á tíðindafundi í morgun.
Hon upplýsir, at orsøkin til, at málið fyrst varð slept, einki hevði ið prógvini at gera. Tað snúði seg um umstøðurnar.
/ritzau/