Eins og undanfarnu dagarnar, fara vit aftur í dag at viðmæla veddimál til tipparar, og tippa allar tríggjar EM-dystirnar, sum vera spældir.
Í gjár hilnaðist væl, tí tvey av teimum trimum tippunum sum vit bóðu fólk spæla uppá riggaðu, meðan tað triðja kiksaði. Í fyrsta dystinum millum Ongland og Wales mæltu vit fólki til at spæla uppá ein enskan sigur, har vit tippaðu at dysturin endaði 2-1 til Ongland. Tað gekk alt heim. Í øðrum dystinum mæltu vit fólki at spæla uppá at undir 2,5 mál komu í dystinum, og at Ukreina vann dystin 2-0. Tað helt at undir 2,5 mál komu í dystunum, men tað var Norður Írland sum heldur óvæntað vann tann dystin 2-0.
Einasta sum kiksaði var seinasti dysturin, har vit mæltu fólki til at spæla uppá at yvir 2,5 mál kom í dystinum millum Týskland og Pólland, har vit tippaðu at dysturin endaði 2-1 til Týskland. Men einki av tí gekk heim.
Í dag royna vit aftur.
Italia - Svøríki (Byrjar klokkan 14:00)
Fyrsti dysturin er á skránni klokkan 14:00, og er millum Italia og Svøríki. Í fyrsta dystinum í bólkinum, tók Italia flest øll á bóli, tá teir við frálíkum fótbólti vunnu ein sannførandi 2-0 sigur móti Belgia. Italia hevði fult tamarhald á dystinum mestsum alla tíðina, og var tað óvæntað, tá Belgia av fleiri verður sæð sum ein ”outside’ari” til at vinna EM-endaspælið.
Svøríki, hinvegin, skuffaði eitt vet í fyrsta dystinum móti Írlandi, har írar dugdu væl at lukka heimsstjørnuna, Zlatan Ibrahimovic, niður.
Vit viðmæla at spæla: Taka vit EM-endaspælið og EM-undankappingina við, hevur Italia skora minst tvey mál í trimum teimum seinastu dystunum teir hava spælt. Vit viðmæla tí at spæla uppá Italia at skora yvir 1,5 mál í dystinum til odds 2,25.
Vit tippa: At Italia vinnur dystin 2-1.
Kekkia - Kroatia (Byrjar klokkan 17:00)
Annar dysturin, sum byrjar klokkan 14:00, verður millum Kekkia og Kroatia. Størri trýst er á Kekkia til tann dystin, tí Kroatia fekk trý stig í fyrsta dystinum móti Turkalandi, meðan Kekkia tapti í evstu løtu móti favorittunum úr Spania.
Hvørgan av liðunum hevur nakrar skaðar ella nakað leikbann at dragast við, og tískil er talan um tveir fullmannaðar hópar sum møtast í dag.
Vit viðmæla at spæla: Kroatia er væl koyrandi, og hevur ikki tapt teir seinastu átta landsdystirnar, um vit eisini telja venjingardystir við. Vit viðmæla tí at spæla uppá at Kroatia vinnur til odds 1,91.
Vit tippa: At Kroatia vinnur dystin 2-0.
Spania - Turkaland (Byrjar klokkan 20:00)
Seinasti dysturin, sum verður klokkan 20:00, verður millum Spania og Turkaland. Í seinasta dystinum stóð leingi nógv á hjá Spania, sum hóast greiða leikliga yvirvág móti Kekkia, ikki fekk sigurin fyrrenn í evstu løtu.
Turkaland tapti sín fyrsta dyst móti Kroatia, og skal tí helst fáa nakað burturúr trupla dystinum móti spaniólum.
Vit viðmæla at spæla: Um vit telja EM-endaspælið og EM-undankappingina við, hevur Spania hildið málið reint í níggju teimum seinastu dystunum. Vit viðmæla tí at spæla uppá Spania at halda málið reint til 1,67.
Vit tippa: At Spania vinnur dystin 2-0.










