Sviar høvdu alt ímóti sær. Tveir av týdningarmiklastu spælarunum vóru ikki tøkir. Annar gav avboð, tí hann í síðsta dystinum í miðumfarinum fekk heimaskjálvta, og hin varð sjúkur stutt undan hálvfinaluni.
Danir høvdu allar sínar menn tøkar, og tað varð roknað við, at Danmark var stórur favorittur.
Tað vildu sviar øðrvísi. Svøríki var alla tíðina á odda. Onkra ferðina við fimm málum og annars við fýra og trimum málum. Tað sá svart út hjá dønum, tá ið teir tveir minuttir undan leikloki lógu undir við trimum málum.
Kortini eydnaðist tað Danmark at svara aftur. Trý sekund undan leikloki javnaðu teir til 28-28, og so var neyðugt við longdari leiktíð – tvær ferðir fimm minuttir.
At talvan eftir 60 minuttir vísti 28-28 kendist kanska sum moralskur sigur hjá dønum, sum støðugt høvdu runnið aftaná.
Men soleiðis tók tað seg ikki upp. Sviar vóru eisini í longdu leiktíðini omaná, og tá ið klokkan ljóðaði fyri síðstu ferð, vísti talvan 35-34 til Svøríki.
Teir gulu og bláu fegnaðust um sigurin, sum ber við sær, at teir sunnukvøldið skulu spæla finalu ímóti Spania.
Danir hingu við nevinum. Tapið ber við sær, at teir skulu spæla um bronsuplássið ímóti Fraklandi.
Stóri munurin á liðunum var millum stólparnar. Meðan svensku málverjararnir aftur og aftur bjargaðu, so vóru donsku málverjarnir mest sum sørir. Tað var semja um, at teir fingu lítla og onga hjálp frá verjuni, sum ikki var at kenna aftur, tá ið hugsað verður um fleiri av undanfarnu dystunum.