Svøríki sendi Svartaper til Íslands

At Svøríki í kvøld smurdi Kroatia av ber við sær, at Ísland er varpað úr EM kappingini

Tá ið Ísland fyrr í kvøld tapti 29-26 ímóti Serbia varð sagt, at tað akkurát gekk hjá Íslandi. Í tí lá, at Serbia hevði sent Ísland úr kappingini, um serbiski sigurin hevði verið minst upp á fýra mál.

Tá varð ikki roknað við møguleikanum, at Svøríki í kvøld fór at vinna ímóti Kroatia, ið verður roknað sum ein av favorittunum at vinna EM.

 

Nú hava Kroatia og Svøríki spælt, og Svøríki vann 30-25. Sviar høvdu trýst á sær, og teir spældu púra frítt og framúr væl. Harvið hevur Svøríki av álvara reist seg eftir tapið ímóti Íslandi í fyrsta umfari.

Úrslitið í kvøld ber við sær, at tað er Ísland, sum situr eftir við Svartaperi. Íslendingarnir pakka í kvøld og fara til hús í morgin, meðan Svøríki heldur fram í kappingini saman við Kroatia og Serbia, sum var betur í innanhýsis uppgerðini ímóti Íslandi.

 

Einki er at undrast á, at íslendingar iðra seg. Ímóti Serbia spiltu teir seg heilt burtur í seinna hálvleiki. Ísland var frammanfyri við fýra málum, tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, men Serbia vann 29-26.

 

Tað ber við sær, at Kroatia, Svøríki og Serbia halda fram í kappingini. Avrikið hjá Svøríki í kvøld var so sera sannførandi, at Svøríki nú verður roknað millum tey, sum hava møguleika at vinna seg í hálvfinaluna.

 

Noreg vann 33-28 ímóti Eysturríki, sum er varpað úr kappingini uttan at hava vunnið nakað stig. Noreg heldur fram í kappingini saman við Fraklandi og Hvítarusslandi.

 

Úrslit í dag

Bólkur A

Serbia - Ísland 29-26

Kroatia – Svøríki 31-35

 

Bólkur B

Frakland – Hvítarussland 32-25

Noreg - Eysturríki 32-25

 

Londini í bólki A og B halda nú fram í sama bólki í miðumfari, og tvey tey fremstu í tí bólkinum spæla seg í hálvfinalurnar.