Svøríki og Spania eiga heilt hvør sína søgu

Meðan Svøríki hevur vunnið EM í hondbólti fýra ferðir, so hevur Spania tapt fýra finalur og ongantíð vunnið gull

Í dag verður punktum sett fyri EM kappingina í hondbólti, sum hevur verið í Kroatia síðani fríggjakvøldið fyri stórum tveimum vikum síðani.

Finalan verður klokkan 19.30 millum Svøríki og Spania.

Fram ímóti finaluni hava bæði liðini lagt rygg til tap. Tey hava tó vunnið røttu dystirnar, og so hava tey onkuntíð verið heppin, tá ið lagnan hjá teimum hevur verið treytað av, hvussu onnur úrslit hava lagað seg.

 

At Svøríki skuldi enda í finaluni mundi fáur rokna við, tá ið sviar í fyrstu umfari taptu 26-24 ímóti Íslandi. Íslendingar vórðu sendir úr kappingini, meðan Svøríki helt fram í miðumfarinum. Í síðsta dystinum í miðumfarinum tapti Svøríki ímóti Noregi, men sviar spældu seg í hálvfinaluna, tí Kroatia tapti ímóti Fraklandi.

Í hálvfinaluni vann Svøríki sera tætta grannauppgerð ímóti Danmark, og nú er Svøríki í finaluni fyri fimtu ferð. Allar hinar fýra ferðirnar hevur tað eydnast svium at vinna gull.

 

Søgan hjá Spania er heilt øðrvísi. Spania hevur fýra ferðir verið partur av finaluni, og allar fýra ferðirnar hava spaniumenn staðið eftir við silvurkrónum.

 

Á vegnum ímóti finaluni í kvøld tapti Spania í innleiðandi umfarinum 25-22 ímóti Danmark, og í miðumfarinum legði Spania rygg til 31-26 tap ímóti Slovenia.

 

Tað eydnaðist Spania at spæla seg í hálvfinaluna, har fronsku favorittarnir vórðu settir upp á pláss, tá ið Spania fríggjakvøldið vann 27-23.

 

Frakland og Danmark vórðu saman við Kroatia roknað at vera favorittar at vinna EM. Í kvøld klokkan 17.00 spæla Danmark og Frakland um bronsuna.

Kroatia vann fríggjadagin dystin í um fimta plássið. Tað var ímóti Tjekka, og úrslitið var 28-27.