Hevði Noreg hildið høvdið kalt ímóti Ungarn, so høvdu norðurlond enn havt fult stigatal í HM-endaspælinum í manshondbólti.
Noreg tapti 26-23 til Ungarn, men leingi vóru norðmenn á sigurskós. Norðmenn løgdu út sum eitt ódnarveður, og løgdu seg á odda 5-0. Í hálvleikinum vóru norðmenn á odda 16-14.
Noreg byrjaði eisini væl í seinna hálvleiki, og teir fingu eina leiðslu uppá 21-17, áðrenn alt rapaði hjá teimum. Ungarn megnaði at venda 17-21 til eina 24-21 leiðslu, og teir sleptu ikki leiðsluni aftur.
Frammanfyri 11.500 áskoðarum í Scandinavium í Gøteborg vann vertstjóðin Svøríki ein knúsandi 38-22 sigur á Slovakia. Johan Sjøstrand í tí svenska málinum gjørdi veruliga vart við seg við einum bjargingarprosenti uppá heili 57 prosent. Johan Sjøstrand bjargaði eisini tveimum brotskøstum. Svøríki var bara á odda 15-14 í steðginum. Seinni hálvleikur endaði 23-8 til vertstjóðina, sum veruliga setti tingini uppá pláss tá.
Svøríki og Pólland eru nú á odda í bólki D við fýra stigum hvør.
Íslendingar eru einsamallir á odda í bólki B við fýra stigum.
Íslendingar vunnu ein sannførandi 34-26 sigur á Brasil. Longu í fyrra hálvleiki settu íslendingar tingini uppá pláss. Tá liðini fóru til hálvleiks var støðan 19-12 til Ísland.
Í annaðkvøld klokkan 19.15 spælir Danmark ímóti Rumenia í bólki C.
Mánadagin klokkan 18.10 spælir Noreg ímóti Eysturríki. Klokkan 20.30 spælir Ísland ímóti Japan.
Svøríki spælir eisini mánakvøldið. Klokkan 19.15 spæla teir ímóti Suður-Korea.