Tey fyrstu í Svøríki og Noreg kunnu rokna við at verða koppsett móti koronuvirus sunnudagin 27. desember.
Tað upplýsa myndugleikarnir bæði í Svøríki og Noreg í dag á tíðindafundum um landsins koppsetingarætlanir.
Fyrsta sending til hvørt land væntast ta vera upp á 10.000 skamtar av koppingarevninum frá Pfizer og BioNTech, sum ES góðkendi í gjár.
Í Noreg hava myndugleikarnir útnevnt sjey kommunur, sum skulu fáa fyrstu skamtirnar. Tær eru valdar út frá smittutrýsti og frá flutningsmøguleikum.
Tær eru Oslo, Ringaker, Hamar, Stange, Sarpsborg, Fredrikstad og Hvaler.
Næsta veitining av koppingarevninum verður upp á umleið 35.000 skamtar og tað verður helst 28. desember. Síðani kemur koppingarevnið hvørja viku, sum verður javnt býtt um alt landið eftir fólkatalinum í kommununum.
– Tað, vit vita nú, er at veitingarætlanin fyri nýggja koppingarevnið er umleið 40.000 skamtar um vikuna frá fyrst í januar, segði Geir Bukholm, deildarleiðari hjá Folkehelseinstituttet (FHI), á tíðindafundi í morgun.
Í Svøríki upplýsir Lena Hallengren, almannamálaráðfrú, at tað eftir ta fyrstu sendingina upp á 10.000 skamtir fara at koma størri veitingar hvørja viku eftir nýggjár.
– Málið hjá stjórnini er, at øll vaksin og børn, sum eru í vandabólkum, fáa í boði eitt koppingarevni ímóti covid-19 í fyrru helvt at 2021, sigur svenska almannaráðfrúan sambært SVT.
Í gjákvøldið skrivar danska deildin hjá Pfizer í tíðindaskrivi, at fyrstu koppingarskamtarnir heilt skjótt koma til Danmarkar.
Sum avtalan er nú, fer Pfizer tilsamans at lata koppingarevni til 1,5 milliónir fólk í Danmark, Føroyum og Grønlandi – men tað er møguleiki at keypa koppingarevni til hálva millión afturat. Hvør persónur skal hava tveir skamtir við trimum vikum ímillum.
/ritzau/










