Svøríki og Noreg í eldin á Balkan

Hondbóltsspælið var í síni tíð uppfunnið í Danmark, og søguliga hava bæði Danmark og Svøríki staðið seg væl í altjóða høpi.

Tey seinnu árini hevur Noreg av álvara spískað seg, og tað hevur eyndast norðmonnum at stríða seg fram millum tey bestu. Tað varð undirstrikað fyri einum ári síðani, tá ið Noreg spældi seg í finaluna í HM endaspælinum, sum var í Fraklandi. Norðmenn fóru til hús við silvurkrónunum, tí vertirnir vunnu finaluna 33-26.

 

Í EM endaspælinum, sum í hesum døgum er í Kroatia, hevur tað higartil gingið væl hjá dønum, svium og norðmonnum. Í gjárkvøldið vann Danmark fyrsta dystin í miðumfarinum ímóti Slovenia. Í kvøld skulu bæði Svøríki og Noreg í eldin. Felags fyri bæði liðini er, at tey hava fýra stig, nú tey fara undir miðumfarið í bólki 1.

 

Um tað í dag gongur væl hjá Svøríki og Noregi, so verður møguleikin ikki so langt burtur, at trý av teimum fýra liðunum í hálvfinalunum kunnu verða tey skandinavisku. Nú fáa vit at síggja, hvat Frakland, Týskland, Spania, Makedonia og Kroatia fara at gera.

 

Klokkan 17.15 skal Svøríki spæla ímóti fronsku heimsmeistarunum, sum eisini hava fýra stig.

Klokkan 19.30 skal Noreg spæla ímóti kroatisku vertunum, sum eisini hava fýra stig. Kroatia spældi longu hóskvøldið fyrsta dystin í miðumfarinum. Um tað ikki eydnast kroatisku favorittunum at vinna í kvøld, so verður veðurin hjá vertunum ógvuliga langur og trongur í hálvfinaluna.