Svøríki er tað landið í heiminum, sum hevur næstbest orð á sær, vísir ein nýggj kanning frá Reputation Institute, sum tíðarritið The Local skrivar um.
Kanada er triðja árið á rað landið, sum hevur best orð á sær, síðani kemur Svøríki á ørðum plássi og Sveis á triðja plássið.
Kanningin byggir á, hvat 27.000 fólk í G8-londunum halda um álit á, hámeting av og virðing fyri 50 útvaldum londum.
Norra, Danmark og Finnland taldust eisini millum tíggju tey bestu, meðan niðastu londini vóru Irak og Iran. USA var nummar 22, Kina nummar 44 og Russland nummar 46.