Svøríki misti alt

Svenskarar vóru á odda við seks málum í steðginum, men stóðu eftir við ongum

Svøríki tapti 25-27 ímóti Slovenia, hóast Svøríki var á odda 13-7 í steðginum. Svøríki fekk eina dreymabyrjan.
Tá 10 minuttir vóru farnir, var Svøríki á 6-0, og svenskarar hildu hendan munin til steðgin. Svenski málverjin, Dan Beutler stóð eisini sera væl í fyrra hálvleiki.
Slovenia kom betri við í seinna hálvleiki, men Dan Beutler hevði fleiri bjargingar, og tá hann bjargaði einari slovenskari skotroynd við støðuna 21-19 til Svøríki, hildu svenskarar, at nú var sloppið. Men so var ikki.
Slovenia javnaði til 25-25, og tá 40 sekund vóru eftir, løgdu slovenar seg á odda 26-25, og øktu teir til 27-25 beint áðrenn seinasta bríksl.

Standa spyrjandi
– Eg skilji ikki hvat tað er, sum hendir. Vit eru á odda allan dystin, so hetta er ræðuliga súrt. Men vit kunnu bara skylda upp á okkum sjálvar, segði Oscar Carlén við svensku sjónvarpsstøðina, TV4, aftan á dystin.
Málverjin, Dan Beutler, var eisini vónsvikin. - Hetta er eitt tungt tap. Vit høvdu sigurin á hondum, og áttu at vunnið. Eg veit ikki hvat hendi í seinna hálvleiki, segði Dan Beutler.
Jonas Källman, Niclas Ekberg, Tobias Karlson og Dalibor Doder skutu allir fimm mál fyri Svøríki.
Pólland vann 27-25 á Týsklandi, og í dag klokkan 19.30 spælir Svøríki ímóti Póllandi. Klokkan 17.30 spælir Slovenia ímóti Týsklandi.