- Svøríki hevur mist sítt andlit, segði Gøran Persson, forsætisráðharri, tá hann tíðliga gjáramorgunin frætti, at Anna Lindh, uttanríkisráðharri, var deyð av sárunum, sum hon fekk, tá ein maður leyp á hana við knívi í einum handli í Stockholm fyrrakvøldið.
Gøran Persson segði, at morðið er skaðar álitið á tað svenska samfelagið.
- Tí er tað umráðandi, at drápsmaðurin verður funnin, og at vita fáa at vita, hvussu hetta kundi henda. Okkara áskoðan er, at øll skulu hava rætt at ferðast frítt í samfelagnum uttan at kenna seg hótt. Vit mugu vísa, at vit eru avgjørd, tá tað snýr seg um okkara virðir, segði ein týðiliga skelkaður forsætisráðharri.
Hann segði, at friður og samhaldsfesti vóru høvuðsmálini hjá Onnu Lindh, og at tað eiga sviar ongantíð at gloyma. Hann segði eisini, at svenski javnaðarflokkurin hevur mist ein av sínum bestu politikarum, og at hann og hansara ráðharrar hava mist ein góðan ráðharra og starvsfelaga.
Gøran Persson legði afturat, at sum uttanríkisráðharri varð Anna Lindh nógv avhildin, tí hon gekk upp í síni áhugamál við lív og sál.