Tað gekk akkurát ikki. Føroyar hava í kvøld lagt rygg til 2-1 tap á Tórsvølli ímóti Svøríki. Miðverjin Rógvi Baldvinsson legði eftir langt innkast frá Jónasi Tór Næs og eftir at Pól Jóhannus Justinussen hevði snittað víðari Føroyar á odda, tá ið 2. hálvleikur var eitt lítið korter gamalur. Rógvi tamdi bóltin væl mitt fyri málinum, og so smekkaði hann bóltin flatt í handara síðunetið.
Sviar vóru skelkaðir eftir føroyska leiðslumálið, men teir vórðu ikki slignir í gólvið. Erik Hamrén, svenski venjarin, skifti tveir nýggjar menn inn á liðið, og tað var annar teirra, Alexander Kacaniklic, sum skoraði. Hann var leysur í vinstru, tá ið Zlatan Ibrahimovic, sum spældi hann leysan. Lítla løtu seinni var tað Zlatan Ibrahimovic, sum skoraði sigursmálið, tá ið hann var púra leysur frammanfyri Gunnar Nielsen í føroyska málinum.
Merkisvert var tað, at føroyingar vóru undirmannaðir, tá ið sviar javnaðu. Tað komst av, at vongverjin í høgru, Jónas Tór Næs, var uttanfyri ta løtuna.
Svøríki hevði fleiri málmøguleikar enn føroyska liðið, men føroyingarnir høvdu stóran heiður av avrikinum. Sum 1. hálvleikur leið mentist føroyska spælið, sum hevði verið eitt sindur fjálturstungið, og sum 2. hálvleikur leið sá tað heilt gott út.
Eftir at Rógvi Baldvinsson hevði lagt føroyska liðið á sigurskós, var tað svenska heimsstjønran í PSG í Fraklandi, sum var munurin á liðunum.
---
LIÐUGT
1-2
4 minuttir lagdir aftrat.
90) 1-2
Sviar leggja dent á verjupartin. Tað sæst eitt nú aftur í, at vongverjarnir ikki bjóða seg til í álopspartinum.
85)1-2
Sviar binda um í verjupartinum, og so royna teir seg við longum sendingum fram til Ibrahimovic.
Súni Olsen er komin inn á føroyska miðvøllin í staðin fyri Hall Hansson, og síðani er Hjalgrím Elttør komin á vøllin í staðin fyri Daniel Udsen.
80) 1-2
Sviar kennast hava tak á tí. Føroyska spælið hevur ikki hingið so væl saman, sum tað gjørdi fyrstu løtuna í 2. hálvleiki, men føroyska liðið er á ongan hátt niðurspælt.
GULT KORT: Hallur Hansson hevur sæð gult fyri professionelt fríspark.
MÁÁÁL 1-2
75) 1-2 Zlatan Ibrahimovic 75.
So eru føroyingar sendir úr dreymasongini. Heimsstjørnan Zlatan Ibrahimovic var púra leysur frammanfyri føroyska málverjan, og hann var púra tryggur, tá ið hann setti bóltin í netið úr stuttari fjarstøðu.
Arnbjørn Hansen er komin á vøllin í staðin fyri Christian Lamhauge Holst. Arnbjørn er fremsti maður, og Jóan Símun er fluttur aftur í plássið, sum Christian Lamhauge Holst var á.
70) 1-1
Fyrstu lítlu løtuna eftir útjavnandi málið kendist tað sum um, at sviar høvdu hug at seta seg á spælið. Men føroyska liðið hevur fótað sær.
MÁÁÁL
65) 1-1
1-1: Alexander Kacaniklic 65.
Sviar hava javnað. Tað var innskifti Alexander Kacaniklic, sum úr vinstru og eftir fríspæling frá Zlatan Ibrhimovic legði bóltin í handara síðunetið. Føroyingarnir vóru bara tíggju á vøllinum hesa løtuna. Nú er Jónas Tór Næs komin innaftur.
60) 1-0
Jónas Tór Næs hevur ligið í føroyska brotsteiginum eina løtu eftir deyðbóltsstøðu. Nú er hann farin inn í skiftirúmið. Føroyingar spæla nú tíggju ímóti ellivu.
Erik Hamrén hevur skift tveir menn út: Marcus Berg og Alexander Kacaniklic eru komnir á vøllin í staðin fyri Christian Wilhelmsson og Kim Kallstrom.
MÁÁÁL
57) 1-0
1-0: Rógvi Baldvinsson 57.
Eftir langt innkast frá Jónasi Tór Næs, sum av Pól Jóhannusi Justinussen varð longt innfyri málið, tamdi miðverjin Rógvi Baldvinsson, áðrenn hann flatt sendi bóltin í handara síðunetið.
Tórsvøllur kókar, og sviar eru sum slignir á nevið!
55) 0-0
Sviar hava verið tætt við eftir skjót gjøgnumbrot í síðunum og innlegg. Kim Kallstrom hevur roynt seg av brotsteigarmarkinum, men Gunnar Nielsen var sum ein køttur og bjargaði. Tað er meiri tyngd og broddur í svenska spælinum, enn tað var í 1. hálvleiki, og ferðin hjá teimum er hægri nú, enn hon var undan steðginum.
50) 0-0
Gongdin er tann sama, sum hon var í 1. hálvleiki, men tað hevur verið um reppið, at risa persónlig mistøk hava kostað. Í tveimum førum hevur Pól Jóhannus Justinussen verið óheppin, tá ið hann hevur lagt upp á tvørs. Zlatan Ibrahimovic og Kim Kallstrom hava verið um reppið at fáa orduligt skot á úr góðum støðum.
46) 0-0
Einki er at ivast í, at Erik Hamrén hevur givið sínum monnum ein vals. Føroyingarnir síggja út til at vera væl upplagdir og sera spentir, nú dómarin hevur bríkslað fyri 2. hálvleiki.
---
Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, sigur við Kringvarp Føroya, at venjararnir eru ógvuliga væl nøgdir við avrikið í 1. hálvleiki. Tað snýr seg um at halda tætt og - hóast tað er torført - at arbeiða fyri at flyta spælið eitt sindur longri fram á vøllin.
---
HÁLVLEIKUR
0-0
Tað er gott lag í Gundadali, har teir nú eru farnir at hvíla seg. 1. hálvleikur endaði við frísparksinnleggi úr vinstru, sum David Udsen tók sær av. Andreas Isaksson greiddi seg burturúr spentu støðuni.
GULT KORT: Pontus Wernbloom hjá Svøríki fyri at gera ófantaligt fríspark.
Fram ímóti steðginum er sjálvsálitið millum føroysku spælararnar vaksið. Tá ið grikski dómarin bríkslaði fyri hálvleiki var tað týðuligt, at svensku spælararnir ikki vóru nøgdir við gongdina, sum hon hevði verið fram ímóti steðginum.
1 minuttir lagdir aftrat.
45) 0-0
Zlatan Ibrahimovic hevur enn eina ferð av brotsteigarmarkinum givið Gunnari Nielsen møguleika at vísa, at hann er góður málverji.
Føroyar hava havt fyrsta hornasparkið úr vinstru, og í tí sambandi var alt tað svenska liðið í egnum brotsteigi. Sjálvsálitið millum føroysku spælararnar tykist vaksa, men støðugt lúrir vandin fyri svenskum mótálopum. Sviar hava fleiri ferðir víst, at teir eru skjótir og harvið sra vandamiklir. Men svenska liðið hevur síðstu løtuna á ongan hátt verið púra spælstýrandi.
40) 0-0Síðsta løtan hevur verið tann besta hjá føroyska liðnum. Liðið hevur megnað væl at samanspæla frammarlaga á vøllinum, og tað hevur verið ikki frítt vandamikið eftir long innkast frá Jónasi Tór Næs og Halli Hanssson, snilda framlegging frá Christiani Lamhauge Holst og frísparksframlegging,
Í verjupartinum eru føroysku spælararnir raskir. Tað sæst aftur í, at teir ofta vinna næstu bóltarnar.
35) 0-0
Tað er undirhaldandi á Tórsvølli, har spentar støður hava verið í báðum endum. Skotroynd frá Zlatan Ibrahimovic hevur roynt seg av brotsteigarmarkinum, men skotið varð blokerað. Í hinum endanum megnaði Símun Samuelsen at bróta ígjøgnum í vinstru og at leggja innfyri av baklinjuni, men Daniel Udsen var akkurát ov seinur at stýra innlegginum í málið! Christian Lamhauge Holst hevur síðstu løtuna verið meiri við í uppspælinum.
30) 0-0
Tað er framvegis málleyst, men svenska heimsstjørnan Zlatan Ibrahimovic hevur rættuliga víst, at hann er ógvuliga vandamikil. Tvær ferðir hevur hann smekkað til úr 30 metrum, og Gunnar Nielsen hevur rættuliga fingið seg royndan.
Føroyar hava havt fyrsta hornasparksinnleggið úr høgru, men tað spurdist einki burturúr.
25) 0-0
Tað er framvegis málleyst, og føroyska liðið er væl skipað. Einstakar ferðir hevur tað næstan eydnast føroyingunum at spæla seg í góðar støður. Trupulleikin er gulu kortini, sum kunnu verða kostnaðarmikil seinni.
GULT KORT. Daniel Udsen, sum hevur havt ilt við at fóta sær fyrstu løtuna, hevur ikki rættuliga fótað sær, og hann hevur sæð gult fyri at vera ov seinur at takla.
20) GULT KORT. Fróði Benjaminsen hevur sæð gult eftir takling. Fjálturin er farin, og higartil hevur ikki eydnast svium at fáa ferðina upp. Zlatan Ibrahimovic hevur havt rimmar langskot, men Gunnar Nielsen var á rætta plássinum.
15) 0-0
Sviar hava havt tvey hornaspørk. Innleggini eru aftur um handara stólpan, og síðani er lagt innfyri aftur málið. Føroysku spælararnir tora nú betri at hava bóltin og at bjóða seg til. Zlatan Ibrahimovic hevur havt fyrstu royndina, men føroyska verjan vardi fyri.
10) 0-0
Fyrstu løtuna hava báðir partar havt ilt við at fáa samanhangandi spæl í lag. Serligur fjáltur tykist vera á føroysku spælarunum.
5) 0-0
Sviar hava havt stútara eftir innlegg úr høgru, men bólturin fór við síðuna av málinum. Daniel Udsen hevur roynt seg við skoti eftir frísparksframlegging, men tað var eingin trupulleiki hjá Andreas Isaksson.
1) Svenska liðið leggur bragdiliga fyri. Tað er týðuligt, at tað snýr seg um at toga spælið út í síðurnar fyri síðani at leggja høgar sendingar í brotsteigin.
Føroyska liðið er tilvitað um, at tað er týdningarmikið at varðveita bóltin.
FØROYAR-SVØRÍKI kl. 17.00
Dómarakvartett úr Grikkalandi: Referee: Anastasios Sidiropoulos, Christos Akrivos, Leonidas Vasileiadis og Anastasios Kakos
Føroyar: Gunnar Nielsen - Jónas Tór Næs, Rógvi Baldivinsson, Odmar Færø, Pól Jóhannus Justinussen - Daniel Udsen, Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Christian Lamhauge Holst, Símun Samuelsen - Jóan Símun Edmundsson
Svøríki: Andreas Isaksson - Mikael Lustig, Jonas Olsson, Andreas Granquist, Martin Olsson - Sebastian Larsson, Pontus Wernbloom, Kim Kallstrom, Christian Wilhelmsson - Zlatan Ibrahimovic, Mathias Ranegie
Klokkan 17 verður fyrsta bríkslið á Tórsvølli, har Føroyar og Svøríki spæla HM undankappingardyst. Talan er um fyrsta heimadystin í hesi kappingini, og talan er um fyrsta heimadystin, síðani Lars Olsen tók við sum landsliðsvenjari. Føroyska liðið er júst tað sama, sum tað var á útivølli ímóti Týsklandi:
Líkindini at spæla fótbólt eru góð. Tað hevur regnað nakað fyrr í dag, men nú er turt, og lotið fer ikki at ávirka fótbóltsspælið.