Svøríki tapti 29-30 ímóti Týsklandi í EM-bólki C, hetta hóast liðskiparin, Kim Andersson hevði lovað, áðrenn dystin, at hann og liðfelagarnir fóru at geva ein 2000 prosents innsats. Støðan í hálvleikinum var 21-18 til Týskland.
- Tað sigur seg sjálvt, at vit eru vónsviknir. Vit spældu bara gott verjuspæl ein hálvleik. Høvdu vit vart væl í báðum hálvleikunum, so trúgvi eg, at úrslitið hevði verið øðrvísi, segði svenski venjarin, Ola Lindgren við svensku sjónvarpsstøðina, TV4.
- Tað sigur seg sjálvt, at vit høvdu ikki roknað við at standa eftir við ongum stigum, men vit vóru í einum torførum bólki. Tað ringasta tapið hjá okkum var tó tapið ímóti Slovenia. Tá góvu vit millumumfarið burtur, staðfestir Ola Lindgren.
Um eitt ár verður Svøríki vertur til HM-endaspælið, og fáa teir tá møguleikan at hevna ringa avrikið í hesum EM-endaspælinum.
Týskland fær bert eitt stig við sær í millumumfarið.