Svøríki tryggjaði sær í gjárkvøldið atgongumerki til EM-endaspælið, hóast teir høvdu eitt sindur av trupulleikum við at vinna á Letlandi
Svøríki verður einasta norðurland í EM-endaspælinum komandi kappingarár. Hetta gjørdist greitt í gjárkvøld, tá ið teir vunnu 2-1 heima ímóti Letlandi.
Svøríki legði sera bragdliga fyri, og legði seg longu á odda 1-0 eftir 34 sekund, við máli frá Marcus Allbäck. Jurijs Lai¬zans javnaði fyri Letland í 26. minutti, meðan Kim Källström skoraði sigursmálið 12 minuttir eftir steðgin, - sum vera man til stóra frøi fyri teir 26.128 uppmøttu áskoðararnar á Råsunda-leikvøllinum.
Sostatt verður Svøríki einasta norðurlendska land, ið verður at síggja í Eysturríki og Schweiz í summar, so teirra fjepparaskarði í norðurlondum verður ivaleyst almikil. Annars vóru øll norðurlond í dysti í gjárkvøldið, og av teimum vunnu Noreg, Danmark og Svøríki, Finnland fekk javnt og Føroyar og Ísland taptu sínar dystir.