Vøllurin er kritaður upp. Svøríki og Russland hava bæði 3 stig. Svøríki hevur málmunin 3-2, meðan Russland hevur málmunin 2-4. Við javnleiki og sigri er Svøríki víðari, meðan Russland má vinna fyri at vinna seg í fjórðingsfinaluna. Vónirnar hjá Svøríki eru kortini nær tengdar at Zlatan Ibrahimovic, sum fór út við einum knæskaða í dystinum ímóti Spania leygarkvøldið, sum Svøríki tapti 1-2. Tað er tí ógvuliga óvist, um Zlatan byrjar inni hjá Svøríki, og gerst tann offensivi parturin hjá Svøríki tá munandi veikari. Venjarin hjá Svøríki, Lars Lagerbäck bíðar til tað síðsta, fyri at vita, um tað er møguligt at byrja inni við Zlatan Ibrahimovic, sum hevur skotið tvey av teimum trimum málunum Svøríki hevur fingið í EM-endaspælinum. Zlatan hevur bara styrkisvant, og hevur als ikki vant við svenska hópinum síðstu dagarnar. Allur tann svenski fótbóltsalmenningurin bítur negl í dag, og krossar fingrar fyri knænum hjá Zlatan. Spania og Grikkaland spæla eisini í kvøld, men her er tað bert æran, sum stendur uppá spæl. Spania er í fjórðingsfinaluni, og Grikkaland má ásanna, at eingin fór í verjufelluna hjá teimum hesaferð, og tí mugu teir skjótt nevna seg fyrrverandi evropameistarar.