Samferðsla: Seinasta summar, dagin fyri sum siglingarloyvið hjá strandfaraskipinum Másanum gekk út, fór Másin suður til Vágs, og har liggur hann enn.
Síðan august hevur plastbáturin Súlan, sum áður sigldi til Mykinesar, settur í siglingina úr Hvannasundi til Fugloyar og Svínoyar.
Súlan er als ikki egnað til hesa sigling. Hetta hevur fyrrverandi skiparin á Másanum, Jógvan Páll Poulsen, meira enn eina ferð víst á.
Og nú Súlan hevur verið álitið hjá fugloyingum og svínoyingum í næstan hálvt ár, eru í hvussu er svínoyingar við at missa tolið. Teir vilja hava Rituna noður ongantíð ov skjótt, og teimum dámar lítið at hoyra, at Ritan kanska ikki kemur fyrr enn í juni.
- Vit vóru von við, at Másin ikki sigldi, tá ið ókyrt var, men Súlan noyðist mangan at avlýsa, sjálvt um tað er kyrt, sigur Jógvan Edmund á Geilini, sum javnan ferðast um Svínoyarfjørð.
Hann veit, at fleiri fólk als ikki fara til Svínoyar at vitja, tí tey tora ikki at sigla við Súluni.
- Og menninir, sum sigla við, avlýsa ofta, tí teir heldur ikki tora, sigur Jógvan Edmund á Geilini.
Nógvur gangur
Atfinningarnar móti Súluni eru, at báturin er so óróligur í sjónum, trampar og rullar illa, og tað ger tað ikki betri, at salongin er heilt har frammi.
Og so er tað allur gangurin.
Máld eru 105 dB, og ongastaðni umborð undir 90 dB.
- Tað er løgið, at eitt slíkt skip fær loyvi at sigla við ferðafólki. Og sum heild vil eg siga, at so vánalig viðurskifti hava vit ikki havt í fleiri ártíggju, sigur Jógvan Edmund á Geilini.
Hann heldur tænastuna vera so vánaliga, at Strandferðslan átti ikki at komt sær at tikið pening frá fólki fyri at sleppa at sigla við.
Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni veit væl um trupulleikan, men beint nú hevur Strandferðslan ikki annað skip at seta í siglingina.
Ætlanin hevur leingi verið, at tá ið strandfaraskipið Ternan er umvæld og umbygd, skal hon røkja nólsoyarsiglingina, men ikki fyrr enn tað kann Ritan fara í Norðoyggjar. Ritan skal eisini hava onkrar umvælingar.
Hósdagin verða tilboðini ipp á umvælingarnar av skipunum báðum latin upp.
Bogi Mortensen sigur, at tá ið veljast skal millum tilboðini, fer tíðin heilt vist at telja við.