Sunnudagin verður hátíðarhald í Svínoy í sambandi við, at tær sonevndu skotagravirnar har 17 av teimum 19 monnunum úr Orknoyggjum, ið sjólótust í 1786, liggja grivnir verða friðhalgaðar.
Hátíðarhaldið sunnudagin 28. august 2011 byrjar við minnisguðstænastu í Svínoyar Kirkju við luttøku av Una Næs, dómprósti, Elsu Funding, sóknarpresti, og Hera Joensen, sóknarpresti, ið sum staðkendur svínoyingur sigur frá um tilburðin 27. november 1786, tá ið sluppin Rachel fór á land í Svínoy.
Eftir guðstænastuna verður farið til minnisvarðan við skotagravirnar, har ein pláta, sum er latin av býráðnum í Stromness, verður avdúkað Stephen Hagan, Convener á Orknoyggjunum. Starvið sum Convener kann í stóran mun sammetast við okkara Løgmansstarv, hóast teirra stjórnarskipan ikki er tann sama sum okkara.
Eftir hátíðarhaldið verður boðið til suppu, kaffi og køkur í dansistovuni, og skúlin verður eisini opin, har høvi verður at síggja eina myndaframsýning og eina kistu av sluppini Rachel, sum fórst í 1786, sigur Klaksvíkar kommuna.
Roknað verður við nógvum fólki í Svínoy sunnudagin.
Í sambandi við minningarhaldið í Svínoy sunnudagin 28. august hevur Strandferðslan broytt ferðaætlanina:
Túrurin kl. 08.45 úr Hvannasundi verður ikki sigldur.
Siglt verður úr Hvannasundi kl. 09.30 til Svínoyar Kirkju Hattarvík, og annars aftur sambært ferðaætlanini eftir miðdag úr Hvannasundi kl. 14.45.
Eisini siglir Ritan eykatúr úr Hvannasundi kl. 18.30









