Svínoyingar fáa gøtuljósini aftur

Klaksvíkar býráð samtykti fyrradagin at játta 120.000 krónur til at umvæla gøtuljósini í Svínoy, sum fóru í ódnarveðri í november í 2011.

Umleið 30 gøtuljós fingu skaða í ódnarveðrinum. Kommunan umvældi nøkur teirra í fjør. Tað arbeiðið kostaði 40.000 krónur, og nú verður mett, at tað fer at kosta 120.000 krónur at umvæla tey, sum eru eftir. Teir pengarnar fann býráðið í gjár.

Upprunaliga varð mett, at tað fór at kosta 200.000 krónur at gera gøtuljósini í Svínoy aftur.