ELDRAØKIÐ
Á tingfundinum mikudagin tá munnligir fyrispurningar eru á skránni, hevur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður og formaður í Sjálvstýrisflokkinum, boðað frá einum fyrispurningi til løgmann. Løgtingsmaðurin vil hava Kaj Leo Johannesen at svara uppá, um kommunur, sum vegna broyttar fortreytir eru komnar upp um eina álíkning og standa fyri útbyggingum og íløgum á eldraøkinum, kunnu vænta sær somu sømdir, sum veittar vóru kommunum í Suðuroynni.
Fyrispurningurin ljóðar soleiðis: Hava kommunur møguleika at søkja um rentufrítt lán úr landskassanum til bygging av røktarheimum ella sambýlum, um hesar vegna broyttar fortreytir eru komnar upp um eina álíkning? Kunnu kommunurnar rokna við, at hendan íløgan liggur uttanfyri íløgukarmin ? Og kann løgmaður tryggja, at byrjaða sambýlisverkætlanin í Svínoy verður veruleiki ?
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum vísir á, at tað var samsvarandi politiska viljanum hjá tásitandi samgongu, at landstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum í 2006 legði uppskot fyri løgtingið um at veita rentufrítt lán til kommunupartin av byggingini av ætlaða ellis- og røktarheiminum í Vági. Somuleiðis varð undantak gjørt, so lán kann takast, hóast nettoskuldin hjá eini kommunu er ella verður meira enn eina álíkning, tá lánið verður tikið.
- Tað er staðfest, at stórur tørvur er á ansingar- og røktarheimsplássum í Norðoyggjum. Svínoyar Kommuna, sum á nýggjárinum leggur saman við Klaksvíkar Kommunu, hevur framkomnar ætlanir um bygging av sambýli í bygdini, grundøki er útgrivið, og verkætlanin skjótt klár at bjóða út, sigur Kári P. Højgaard.
Hann vísir til skriv 27. januar 2006 til kommunurnar í Suðuroy frá táverandi landstýrismanni í fíggjarmálum, ið gjørdi greitt, at landstýrið var sinnað at bjóða kommununum í sunnaru helvt av Suðuroynni serliga lagaliga fígging til bygging av einum ellis- og røktarheimi í Vági. Treytirnar vóru, at lánið var rentufrítt og endurgoldið yvir 10 ár, eftir at heimið er bygt liðugt. Íroknað byggikostnaðinum var ein upphædd svarandi til vanliga kostnaðin av byggilendi og byggibúning. Umframt hetta tilboðið gav landstýrismaðurin síðst í mai sama ár tilsøgn um studningslán til byggingina.
- Tørvskanningar á eldraøkinum um hetta mundið vístu, at nógv ansingarpláss mangla; serliga í Norðoyggjum. Svínoyar kommuna, ið leggur saman við Klaksvíkar Kommunu á nýggjárinum, hevur ætlanir um at byggja sambýli. Grundøkið er útgrivið og væntast kann at verkætlanin skjótt kann bjóðast út; men samanlagda kommunan hevur meira enn eina álíkning í skuld, sigur Kári P. Højgaard.
Hann vísir eisini á, at Klaksvík er fiskivinnuhøvuðstaður, og tí ávirka minkandi inntøkurnar í fiskivinnuni serstakliga hart í Norðoyggjum
- Somu flokkar sum ráða fyri borgum í dag. Tí er týdningarmikið at fáa staðfest, um øll øki í landinum fáa sama møguleika og sostatt eru líka fyri lógini, sigur formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum í viðmerkingunum til fyrispurningin til løgmann.