Svínoy: Svínoyar kommuna hevur nú tikið avgerð um at fara við í felagsskapin IRF.
? Avgerðin fer at gera, at vit fáa skipað viðurskifti, tá tað snýr seg um rusk, sigur Pól Sundskarð, sum er bygdaráðsformaður í Svínoyar kommunu.
Avtalan við IRF er ein liður í ætlanini at fríðka um í Svínoynni.
? Rusk og órudd hevur verið til stóran ampa í Svínoy, og fólk, sum hava vitjað í oynni, hava bitið merki í, at tað hevur verið óruddiligt. Tað er hetta vit eru í ferð við at broyta, sigur Pól Sundskarð.
Nógvar tunnur og plattar
Síðani ársskiftið hevur ein maður arbeitt í ein mánað burtur av við at rudda í bygdini, og hetta hevur gjørt góðan mun.
Ein trupulleiki eru oljutunnirnar, sum oljufeløgini senda til útoyggjarnar.
Hesar hava ligið sløddar allastaðni í oynni, tí skipanin við at senda tær retur hevur ikki riggað nóg væl. Nú verður hetta broytt í einum samstarvi millum fólkið í bygdini og Strandferðsluna.
Seinasta mánaðin eru einar 200 tunnir savnaðar inn og sendar av oynni. Framvegis eru nógvar tunnir eftir at taka upp og senda aftur til oljufeløgini.
Annar trupulleikar eru plattar, sum eisini eru tiknir upp í hópatali farna mánaðin.
Asfaltera bygdina
Svínoyar kommuna ætlar at brúka einar 300.000 krónur til umhvørvið í ár. Hetta er meiri enn ein triðingur av væntaðu inntøkuni hjá kommununi.
? So nógvir pengar verða ikki nýttir á hvørjum ári til at rudda og fríðka um í oynni, men vit meta, at tað er neyðugt at brúka hesar pengarnar nú, sigur Pól Sundskarð.
Kommunan fer at gera ruskplássið niðri á kaiini í standa, so allir neyðugur hentleikar verða at finna har. Somuleiðis ætlar kommunan at asfaltera bygdina, og eina verð í vár verður væntandi almennur ruddingardagur.
? Síðani eg gjørdist bygdaráðsformaður, havi eg lisið gerðabókina hjá kommununi, og har sæst, at tað hevur verð tosað um trupulleikarnar av ruskinum gjøgnum nógv ár.
? Nú er lættari enn nakrantíð at sleppa av við rusk, men tað skal eisini ein hugburðsbroyting til millum fólkið. Tað skal ikki kennast natúrligt, at rusk sløðist í bygdini og kring um í náttúruni, sigur Pól Sundskarð.
Fólk í starv
Tað verður nú IRF, sum fær ábyrgdina av at savna ruskið hjá húskjunum í bygdini.
Higartil hava fólk sjálvi avleverað ruskið, men framyvir verður tað heintað eina ferð um vikuna. Ein maður skal í lutvíst starv fyri at taka sær av hesi uppgávu.
? Málið hjá okkum er fáa bygdina ruddiliga og reina, sigur Pól Sundskarð.










