Svínasjúkan staðfest í Skotlandi

Meksikanska svínasjúkan er nú staðfest í Spania og Skotlandi. Í Danmark eru nøkur fólk kannað, men eingin tilburður er staðfestur Skotsku heilsumyndugleikarnir váttaðu í kvøld, at kanningar hava staðfest, at tvey fólk har eru smittað við svínasjúku. Tey eru nú á einum sjúkrahúsi í Glasgow, har tey eru avbyrgd undir viðgerðini.

Skotski heilsumálaráðharrin segði á tíðindafundi, at teir báðir sjúklingarnir hava tað betur, eftir at teir komu á sjúkrahús.

Fyrr í dag váttaðu myndugleikarnir í Spania, at har er ein maður smittaður við svínasjúku. Maðurin er avbyrgdur á einum sjúkrahúsi í Madrid.

Svínasjúkan er ikki staðfest í Danmark, men nøkur fólk eru kannað, tí tey høvdu sjúkueyðkenni, ið minna um svínasjúkuna.