Talan er um rættuligt svínarí uttanfyri verkstaðið Vón á Argjum. Maud Wang Hansen, leiðari, harmast stórliga um skilið.
Hon greiðir frá, at tey í eina tíð nú hava verið varug við, at fólk halda til á terassuni um kvøldarnar.
? Vit vita ikki, hvørji tey eru, sum halda til her, men ein kundið ímyndað sær, at talan er um ungfólk, sigur hon.
Í fyrstuni var tað bara tómar sodavatnsfløskur og sigarettstubbar í øskubikarnum, sum vísti, at fólk plaga at sita har. Men nú er tað versnað, og onkrar morgnar er sera órudduligt, tá tey koma aftur til arbeiðis.
? Til dømis júst í dag, er tað eitt svínarí uttanfyri her. Hetta er næstan vandalisma. Møblarnir eru koppaðir, brotnar fløskur, nógv pappír og annað rusk og øskubikarið liggur tómt niðri í túninum. Og hetta sær also ikki gott út, sigur Maud hørm á málinum.
Hon sigur, at tey ynskja ikki beinleiðis at leggja eftir nøkrum her, men tey vilja ikki finna seg í, at tað verður svínað soleiðis til.
? Vit hava onki ímóti, at tey sita her, hvørji tey so enn eru, men tað er sera harmiligt, at tað skal verða so ófantaligt hjá okkum at koma aftur higar um morgnarnar. Høvdu hesi fólk bara kunnað víst virðing fyri okkum og okkara arbeiðsplássi, so høvdu vit ikki lagt nakað í hetta, sigur Maud Wang Hansen, sum er greið yvir, at tey ungu í høvuðsstaðnum ikki hava so nógv tilhaldsstøð ella savningsstøð. Tískil dugir hon væl at síggja, at verkstaðurin við síni hugnaligu terassu er eitt lokkandi stað. Og hon leggur dent á, at tað høvdu tey onki havt ímóti, um bara virðing hevði verðið víst fyri staðnum.
? Her er talan um líkasælu, og tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur hon.
Starvsfólkið óttast
Eitt er so óruddið, sum liggur uttanfyri, men tað er ikki tann størsti trupulleikin. Týsmorgunin, tá tey komu til arbeiðis, sóu tey, at brent plastikk og pappír lá á terassuni, og tað vekir miklan ótta og ørkymlan bæði millum starvsfólkini og tey menningartarnaðu.
Verkstaðurin Vón brendi fyri nøkrum árum síðani, og orsøkin til eldsbrunan tá var ósketni, og tí rennur tað kalt niður eftir rygginum hjá Maud og hinum, tá tey síggja tílíkt aftur.
? Vit eru øll góð við verkstaðin, og hatta sum hendi fyri nøkrum árum síðani, var so ræðuligt. Og tað má simpulten ikki henda aftur. Tí hava vit valt at gera vart við hendan trupulleikan, sum nú hevur stungið seg upp, sigur Maud og leggur afturat, at hon bert billar sær inn, at talan her er um børn ella ung, tí tað er um kvøldarnar, at tey halda til har. Ongin av starvsfólkunum hevur enn sæð nakran við verkstaðin um kvøldarnar, men síggja tey tað bara, tá tey koma til arbeiðis um morgnarnar og møta einari óruddiligari terassu.
? Hetta er so sanniliga eisini stoytandi fyri tey menningartarnaðu, sum eru avbera kedd av hesum. Fleiri teirra tola slettis ikki at síggja hetta, so hørm eru tey. Og tað eru vit øll. Og hartil skal eisini sigast, at vit, sum eru um tey menningartarnaðu um dagarnar, leggja teimum eina við at uppføra seg, sum aðrir vanligir borgarar í býnum, sigur Maud, sum nú er farin at umhugsa at víðka vaktarskipanina á verkstaðnum soleiðis, at vakturin eisini gongur har út á kvøldini.
? Eg veit ikki, hvat er rætt at gera, men hetta vilja vit ikki finna okkum í, og tískil skal ein broyting koma í, um hesi framhaldandi ætla sær at nýta terassuna hjá okkum til at hugna sær á um kvøldini, men eg skilji væl, at terassan hjá okkum sær lokkandi út, tí her eru flottir havamøblar og her sleppur ongin vindur at. Men tað má kunna bera til at sita her, uttan at tað skal síggja soleiðis út, tá vit koma aftur, sigur hon.
Teirra ynski er at koma í prát við hesi fólkini, sum halda til við verkstaðin og greiða teimum frá hvørjar treytir verkstaðurin setur, um tey framhaldandi skulu halda til har um kvøldarnar.
Treytirnar kunnu ikki sigast at vera órímuligar. Virðing fyri staðnum og at tey fara frá tí aftur í sama standi, sum tað var, tá tey komu hagar.
? Um tey vilja tosa við okkum, so ynskja vit veruliga tað. Eg vóni, at vit kunnu tosa okkum fram til eina loysn upp á hetta. Vit vilja ikki, at tey skula kenna seg kroyst uppá nakran máta. Vit vilja bara ikki hava hetta svínaríið, sigur Maud Wang Hansen, leiðari á verkstaðnum Vón.










