Heimsfarsótt
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í Spania eru seks fólk, øll komin aftur úr Meksiko fyri stuttari tíð síðan, sett í karantenu á sjúkrahúsum. Royndir á royndarstovu staðfestu, at ein av tilburðunum varð positivur fyri svínakrímið. Í Danmark eru fýra fólk hildin aftur, meðan blóðroyndir av teimum verða kannaðar á royndarstovu.
Svínakrímið, ið er ein influensa av slagnum H1N1 er vanlig millum svín. Tá influensan breiðir seg frá fólki til fólk, heldur enn frá djóri til fólk, kann tað halda áfram at mutera og ger tað sjúkuna verri at basa.
Sjúkueyðkenni fyri svínakrím eru eitt nú fepur, manglandi matarlystur, hosti, snoran, eymur hálsur, vaml, spýggjan og diarré siga heilsumyndugleikarnir í USA, CDC.
Árliga doyggja millum 250.000 og 500.000 fólk av influensu. Men tað, ið ræðir myndugleikarnar er, at ein nýggjur tráður av virus kann breiðast skjótt, orsakað av at fólk ikki hava náttúrligu verjuna, og at vaccinur kunnu taka upp til mánaðir at framleiða.
Í øllum førum tríggjar heimsfarsóttir vóru farnu øld. Í 1918 doyðu okkurt um 50 milliónir fólk av »Sponsku sjúku«. Í 1957 til 1958 var tað asiatiskt beinkrím, og í 1968 til 1969 doyðu okkurt um ein millión fólk av Hong Kong-beinkrími.