Í sambandi við kommunuvalið í Eiðis kommunu 2012 var sáddur ivi um uppteljingina av atkvøðum í millum Jens Paula G. Nolsøe og næsta
valevni á Lista C, Magnus Magnussen.
Tað var bara ein atkvøða á muni.
Tí avgjørdi núsitandi bygdarráð, at allar atkvøður á øllum trimum listunum skuldi teljast umaftur.
Fínteljing var gjørd fríggjakvøldið, og fínteljinginin vísti, at eingin broyting var.
Sostatt er Jens Pauli G. Nolsøe nývaldur í Eiðis bygdarráð næstu fýra
árini.
Eiðis kommuna fevnir um bygdirnar Svínáir, Ljósá og Eiði. Jens Pauli G. Nolsøe býr í Svínáum, og tað eru 20 ár síðani, at nakað umboð
úr Svínáum er valt í Eiðis bygdarráð.
Regin Ellingsgaard umboðaði bygdina Svínáir í tíðarskeiðnum 1988-1992.
Mynd: Jens Pauli G. Nolsøe er eisini íðin bridgespælari og her situr hann høgrumegin, saman við bridgemakkaranum, Árant G. Berjastein, sum eisini er nývaldur kommunustýrislimur. Hann er valdur í Fuglafirði