Sum kunnugt fór høvuðspumpan til ísvøllin á Vaglinum fríggjadagin, og tí bráðnar ísurin spakuliga.
- Greitt er, at pumpan gerst ikki aftur. Tað er nú eydnast kommununi at fáa til vega nýggja pumpu úr Sveits.
Tórshavnar kommuna sigur fyri løtu síðan, at gongst sum ætlað, kemur pumpan við Atlantic-flogfari mikudagin, um so er, at pláss er í flogfarinum.
- Pumpan verður sett til beinanvegin, og stutt eftir er klárt aftur at skoyta, sigur kommunan.