Ein finskur ríkisborgari varð í Føroya rætti leygardagin varðhaldsfongslaður fram til 2. august.
Maðurin varð handtikin, tá ið hann kom til Føroya hósdagin, og tað vísti seg, at hann hevði svølgt stóra nøgd av rúsevnum, umframt at hann hevði stappað rúsevni upp í endatarmin.
Ikki fyrr enn leyagrdagin var alt komið útaftur, og nøgdin var umleið 400 gramm, upplýsir politiið.
Hetta er fyrstu ferð, maðurin er í Føroyum.
Hann viðgekk, at ætlan hansara var at selja rúsevnini í Føroyum.
Men ætlaði handilin miseydnaðist, og maðurin sleppur heldur ikki at uppliva ólavsøkuna.