Postverk Føroya hevur brúk fyri nógvum ymiskum flutningstólum til teirra ymisku tænastur. Til at koyra postin av høvuðsposthúsinum út á tær ymisku bygdirnar, verða stórir lastbilar við kassa nýttir. Til útbering millum húsini í Havn brúka teir skutarar, og økispostboðini brúka so Suzuki jeeparnar, sum eru væl kendir um alt landið. Annars hava teir eisini bilar av nógvum ymiskum merkjum.
At Postverkið av fyrstan tíð keypti Suzuki, komst av at teir vóru bíligir at keypa og vóru arbeiðsligir og lættir at handfara. Eisini tað at teir høvdu fýrahjólsdrift og kundu koma í hvønn krók í landinum í øllum veðri. Í sambandi við útberingina hevur tað stóran týdning, at tað er lætt at koma inn og úr bilinum.
Sverri Viderø, deildarleiðari hjá Postverki Føroya, sigur, at tað er eftir ynski frá økispostboðunum, at teir framvegis brúka Suzuki jeeparnar, sum teir hava sera góðar royndir av. Teir eru framvegis bíligir at keypa og í drift og væl egnaðir til endamálið.