Suzuki GSX-R 600

Suzuki verksmiðjan í Japan kemur alla tíðina við nýggjum ella dagførdum modellum av motorsúkklum á heimsmarknaðin. Ein av nýggjheitunum er ein dagførd GSX-R 600

Her er nýggjasta útgávan av Suzuki GSX-R 600, sum er dagførd í 2008 útgávuni. Eitt nú hevur hon fingið størri forlykt við DE-linsu, sum gevur sera gott ljós undir koyring, og nýggjar RamAir luftkanalir til motorin, sum hevur fingið hægri kompressión og nýggja innspræningsskipan.


Suziki er GSX-R 600 er ein tekniskt framkomin og flott motorsúkkla. Talan er um eina súkklu í supersport klassanum við 4 syl. vatnkøldum motori við 599 kubikkum og 125 hk við 13.500 snún/min. Toppferðin er 265 km/t.


Súkklan tekur seg væl út og er góð at sita á og at koyra, eins og instrumentini eru løtt at avlesa undir koyring.


Tað er MC-Sølan á Norðasta Horni í Havn, sum umboðar Suzuki motorsúkklurnar.

Á heimasíðuni: www.mc-solan.fo eru upplýsingar um úrvalið av t.d. motorsúkklum og skutarum og hópin av leikjum til aðrar MC-síður.


Suzuki GSX-R 600 kostar kr. 107,800 og fæst í trimum ymiskum litsamansetingum: hvít/blá hvít/silvur ella gul/silvur.